Havnar Dartfelag skipar saman við Dartsambandi Føroya í døgunum 18. til 20. mars fyri tveimum altjóða dartkappingum í Føroyum. Tað eru kappingarnar Tórshavn Open, ið verður hildin 11. árið á rað, og Faroe Islands Open, ið verður hildin á fyrsta sinni. Báðar kappingarnar verða hildnar á Glasir.
Í ár er kanska eitt sindur torført at meta um luttøkuna, men umframt einar 50 føroyskar luttakarar, vóna fyrireikararnir, at einir 30 útlendskir dartspælarar koma til Føroya at luttaka.
Higartil hava luttakarar úr Svørríki, Danmark, Noregi, Íslandi, Niðurlondum og Onglandi boðað frá luttøku. Harumframt kemur svenska landsliðið at luttaka og spæla landsdyst ímóti føroysku mans- og kvinnulandsliðnum.
Kappingin er nógv tann størsta einstaka dartkapping í Føroyum, og hevur luttakaratalið verið vaksandi øll árini. Í ár eru væntanarnir til kappingina tó heilt serligar, tí føroyskt dart nýliga er blivið altjóða viðurkent.
Dartsambandið er blivið limur í WDF, ið er altjóða felagskapur fyri dartítróttina, og føroyskt dart gerast harvið nógv meira sjónlig uttanlands, og samstundis meira áhugaverd hjá útlendskum leikarum at luttaka í.
Heimliga kappingin hevur, líkasum nógvur annar ítróttur, verið nógv ávirkað av korona seinastu tvey árini. Men nú er við at koma gongd á aftur.
Glasir verður karmur um allar kappingarnar á hesum sinni. Havnar Dartfelag hevur at havt kapping har, og tað eydnaðist serstakliga væl. Bæði fyriskiparar og Glasir vóru sera væl nøgd, og hava avtalað at royna tað aftur.
Tað verður møguleiki hjá áskoðarum at fylgja við kappingunum, bæði á Glasir og í beinleiðis stroyming. Meira um tað seinni.
Tað, at kappingin er ein opin kapping, merkir at øll sum duga at spæla dart kunna meldað seg og luttaka. Ein meldar til kappingarnar við at skriva teldupost til [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald