Úrtøkan í judohøllini í dag gjørdist ikki eins góð fyri Føroyar, sum hon hevur verið teir báðar undanfarnu dagarnar.
Í dag var kappast í opnum bólki, og tað merkir stórt sæð, at íðkararnir í teimum tyngstu flokkunum fáa ein møguleika afturat fyri at vinna tað kanska mest heiðursfulla heiðursmerki.
Men báðir føroysku luttakararnir Petur Sigurð Johannesen og Edvard Sigurðsson Johannesen taptu ein dyst í innleiðandi dystunum, og megnaðu sostatt ikki at koma í gullfinaluna.
Edvard tapti til dømis móti einum 168 kilo tungum íðkara frá Isle of Wight, sum hann vann á í gjár tá hann vann gull í +100 kilo flokkinum.
Men føroyingarnir vunnu tó sínar bronsufinalur og fáa báðir heiðursmerki hongt um hálsin til heiðursmerkjahandanina í kvøld.
Silja Johannesen og Sanna Nolsøe Djurhuus umboðaðu Føroyar í opna bólkinum fyri kvinnur, men tær gjørdust akkurát ov stuttar at koma víðari til semifinalurnar.
Í morgin verður so spennandi liðkappingin í judo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald