Fótbóltur

Tvær ferðir Alti á blettinum og Víkinga-sigursrøðin heldur fram

Víkingur vann sín níggjunda Betrideildarsigur á rað og økti aftur um leiðsluna í oddinum. 42-ára gamli liðformaðurin syrgdi fyri málunum við brotsspørkum.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-12 21:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevði ikki skorað síðani í oktober 2021. Tá var tað við brotssparki í Sarpugerði. Í dag skoraði Atli Gregersen aftur, og var talan um tvey týðandi brotsspørk í Gundadali. Tvey mál sum kunnu verða avgerandi í meistarastríðnum.

Víkingur var omaná fyri steðgin, men fekk ikki hol á fyri steðgin. Hetta var við brotssparki. Sølvi Vatnhamar fór skaddur av vølli í sambandi við støðuna, og tí tók liðformaðurin ábyrgd. Nummar fýra legði bóltin kaldliga uppum Silas Eyðsteinsson í B36-málinum.

Heimaliðið kom við nógv meira eftir steðgin, og í 59. minutti spældi B36 væl í høgru. Marius Kryger Lindh legði útfrá, og landsmaðurin Anton Søjberg fekk sent bóltin millum beinini á verjuspælara og málverja hjá Víkingi.

Nú var av álvara lív í, og nakrar minuttir seinni svaraði Víkingur aftur. Poul Kallsberg slapp hegnisliga framvið Magnusi Egilsson, og kominir inn í brotsteign fóru báðir umkoll. Jóhan Hendrik Ellefsen ikki í iva: Altjóða dómarin metti, at her var brot fyri at koyra undir ein mótstøðuleilkara.

B36'arar í øðini, onkrir royndu at órógva Atla Gregersen, tað gjørdi vindurin eisini, men 42-ára gamli miðverjin hevur roynt nógv, og við sínum góða høgra fóti smekkaði hann bóltin trygt í annað málhornið.

2-1, sum eisini gjørdist úrslitið. Atli og hinir vardu tað heim seinna helming av hálvleikinum, har dysturin sveiggjaði nakað, og Andras Johansen hjá B36 var aftur at síggja.

Trý ógvuliga týdningarmikil stig til Víking, sum nú aftur er seks stig frammanfyri HB og níggju stig frammanfyri KÍ. Júst KÍ vitjar í Sarpugerði um eina viku: Hesin dysturin kann eisini fáa heilt stóran týdning fyri føroyameistaraheitið, nú níggju umfør resta í.

B36 framvegis nummar fimm við 26 stigum - átta stig eru upp til NSÍ og 5. pláss hjá Magna Hoseth og hansara monnum.

B36 - Víkingur 1-2 (0-1)
45+5' Atli Gregersen 0-1 (br.)
59' Anton Søjberg 1-1 (Marius Kryger Lindh)
66' Atli Gregersen 1-2 (br.)

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder