Fótbóltur

Tvær føroyskar venjingar á Amager í dag

Allur føroyski hópurin er nú savnaður, og fyrireikingin til seinastu EM-undankappingardystirnar er av álvara í gongd.

Odmar Færø er aftur í landsliðshópinum. Heini Vatnsdal venur og spælir fast í Sundby, har landsliðið hevur venjing í dag og mikudagin afturat (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Odmar Færø er aftur í landsliðshópinum. Heini Vatnsdal venur og spælir fast í Sundby, har landsliðið hevur venjing í dag og mikudagin afturat (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-11-12 08:02 Author image
Agnar Prestá

Fríggjadagin spæla Føroyar í Oslo, og mánadagin tekur Svøríki ímóti á Friends Arena í útryðjanum av Stokkhólmi.

Í gjár fór ferðalag úr Føroyum við meginpartin av leikarunum í A-landsliðshópinum. Størsti parturin av toyminum rundanum var eisini við, og restina av monnnum møttu á Amager um middagsleitið.

Les eisini: Fyrireiking til seinastu dystirnar

Gunnar Nielsen og Kaj Leo í Bartalsstovu komu, stutt eftir at venjingin á Sundby Idrætspark var byrjað seinnapartin í gjár. Flogfarið hjá teimum úr Íslandi var seinkað orsakað av veðrinum, men saman við hinum vandu teir áleið ein tíma. Talan var um eina lætta venjing, ið endaði við, at teir eldru vunnu greitt í innahýsis dystinum.

[object Object]M.a liðformaðurin ynksti vinnarmynd - hann er á sínum seinasta túri sum landsliðsleikari (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Í dag venja Føroyar aftur á heimavøllinum hjá Fremad Amager. Hesaferð verður tað bæði fyrrpart (10 lokala tíð) og seinnapart (15 lokala tíð). Vit eru við til báðar venjingarnar og hava ymiskt tilfar her úr Danmark ígjøgnum dagin. 

Føroyski hópurin:
Gunnar Nielsen, FH (Ísland)
Kristian Joensen, KÍ
Teitur Matras Gestsson, HB
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, Hamarkameratene (Norra)
Andrias Høgnason Eriksen, B36
Heini Vatnsdal, Fremad Amager (Danmark)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Norra)
Magnus Egilsson, HB
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Norra)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)
Árni Frederiksberg, B36
Gilli Rólantsson Sørensen, Brann SK (Norra)
Brandur Hendriksson Olsen, FH (Ísland)
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Patrik Johannesen, KÍ​

 

placeholder
placeholder