11. umfar í Betrideildini hjá monnum er á skránni um vikuskifti.
Í morgin og sunnudagin skulu HB, Víkingur og KÍ greiða sína uppgávu móti lægri liðum, har uppgávan hjá Víkingi - móti 07 Vestur - helst er mest lumpislig. Topp-trý liðini eru øll risafavorittar á pappírinum.
Tá kann væntast ein tættari uppgerð við Løkin tíðliga í annaðkvøld. NSÍ er fýra stig frammanfyri B36, vann tá liðini hittust har í farna mánaða og kann veruliga leggja sjógv ímillum seg og hendan avbjóðaran um 4. plássi. B36 er kroyst at vinna.
Sunnudagin klokkan 15 eru tveir dystir, har tann millum EB/Streym og Skála sær munandi meira spennandi út enn tann í Klaksvík, har botnliðið B68 vitjar. EB/Streymur skal nú hava stig í hús. Skála vann 3-0 í uppgerðini millum liðini í 1. umfari og kann í roynd veru melda seg heilt úr bornstríðnum við sigri.
Betrideildin menn, 11. umfar
Leygardagin 25.05
17.00:
HB - ÍF
NSÍ - B36
19.00: Víkingur - 07 Vestur
Sunnudagin 26.05
15.00:
KÍ - B68
EB/Streymur - Skála ÍF
Støðan í Betri deildini hjá monnum
1. Víkingur 27 stig
2. HB 27 stig
3. KÍ 24 stig
4. NSÍ 18 stig
5. B36 14 stig
6. 07 Vestur 14 stig
7. Skála 10 stig
8. EB/Streymur 4 stig
9. B68 3 stig
10. ÍF 3 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald