Ymisk endaspøl eru á skránni kring heimin í hesum døgum. Tvey av hesum koma at enda í dag og eitt í nátt. Fyrst skal HM hjá kvinnum avgerast í Lyon, og í kvøld er Brasil stórfavorittur at vinna Copa America-finaluna í Rio De Janeiro. Nakrar tímar eftir at finalan í størsta brasilianska býnum er av, verður brak í Chicago millum tvey tey bestu londini í Norðuramerika.
HM hjá kvinnum:
(16.00) USA - Holland (DR3)
USA hevur tríggar ferðir lyft steypið til eitt HM-endaspæl og eftir 2-1 sigurin á Onglandi í spennandi hálvfinalu, hava Alex Morgan og co. aftur møguleika at staðfesta sína støðu sum sterkasta kvinnulandslið í heiminum í kvøld. USA verjir heimsmeistaraheiti frá 2015, og er rímiliga greiður favorittur ímóti Hollandi, ið er í sínari fyrstu HM-finalu. Hollendska liðið hevur eisini havt eitt samdøgur minni av hvíld, og noyddist at spæla 120 minuttir fyri at basa Svøríki í hálvfinaluni. Holland er tó evropaemeistari, so liðið hevur eisini royndir at vinna eina stóra kapping.
(Lieke Mertens var avgerandi fyri Holland í EM fyri tveimum árum síðani; nú skal Barcelona-leikarin stríðast saman við teimum í appelsinlittu um HM-gull - Mynd: EPA)
Copa America:
(21.00) Brasil - Peru (TV3 +/Viaplay)
Brasil hevur onki mál latið inn í kappingini, basti arvafíggindanum Argentina í hálvfinaluni og er á heimavølli. Nógv talar fyri, at tey í fótbóltskáta landinum í kvøld, í nátt og komandi dagarnar kunnu fegnast um níggjunda Copa America-heitið í søguni. Peru er liðið, ið kann forða fyri hesum og vera atvold til landasorg í størsta suðuramerikanska landinum - eins og í 1950 tá Uruguay á Maracana lyfti HM-steypið fyri nøsini á brasilumonnum. Peru er í sínari bert aðrari Copa America-finalu í søguni og hevur óvæntað megnað at koppa bæði Uruguay og Chile á vegnum. Í bólkaspælinum vann Brasil tó 5-0 á Peru, og tað er eingin ivi um, hvar favorittleikluturin liggur í kvøld.
(Firmino, Coutinho og hinir í gulum og bláum skulu royna at vinna sær gull í kvøld - Messi fekk í gjár reytt kort, tá Argentina vann 2-1 á Kili í bronsudystinum - Mynd: EPA)
Gold Cup:
(02.00) USA - Meksiko (Ikki á sjónvarpsrásum, sum vanliga síggjast í Føroyum)
Ikki eins stórt og umtalað sum tað suðuramerikanska; norður- og miðamerikanska meistaraheiti hevur tó eina spennandi finalu í væntu. Ikki óvæntað eru tað Meksiko og USA, ið eru komin í finaluna. Meksiko er lítil favorittur, men tað er á amerikanskari jørð, og USA kann við finalusigri í nátt útjavnað metið hjá Meksiko í Gold Cup (meksikanararnir hava sjey heiti - USA hevur seks). Finalan verður leikt á Soldier Field í Chigago, í statinum Illinois. - talan verður helst um eina sera tætta finalu.
(Nýggi Chelsea-leikarin, Christian Pulisic, er heilt stóra stjørnan hjá USA. Her skorar hann í hálvfinaluni ímóti Jamaica - Mynd: EPA)
Fótbóltur
Tveir finalur á skránni í dag - ein í nátt
USA og Holland dystast um heimsmeistaraheiti hjá kvinnum, Brasil skal vinna á Peru fyri at lyfta steypið á heimavølli, og USA og Meksiko dystast um gullið í Gold Cup.
Liðformaðurin hjá USA, Alex Morgan, avgjørdi hálvfinaluna ímóti Ongalandi mikukvøldið - Mynd: EPA
2019-07-07 13:50
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald