2020-02-29 20:20
Tveir hondbóltsdystir hava verið í dag, ið báðir vóru ímillum Kyndil og H71, ein í SMS-deildini hjá kvinnum og ein í Okkaradeildini hjá monnum.
Í báðum førum var talan um tættar dystir har hoyvíkingar vunnu við tveimum málum.
Í SMS-deildini hjá Kvinnum vann H71 22-24 á oddaliðinum Kyndil, eftir at kyndilskvinnur vóru á odda 13-11 i steðginum.
Í Okkara deildini hjá monnum vann oddaliðið H71 28-30 eftir hálvleiksstøðuna 13-14.
SMS-deildin:
Kyndil – H71 22-24 (13-11)
Toppskjúttar:
Bára K. Hansen og Natasja Hammer 9
Okkara-deildin:
Kyndil – H71 28-30 (13-14)
Toppskjútti:
Elias E. á Skipagøtu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald