So nær við - og tó. Føroyar vóru á odda tvær ferðir á Tórsvølli í kvøld - seinnu ferð til í 92. minutti - men í báðum førum helt tað bert í sjey minuttir.
Føroyska heildaravrikið á degnum var nóg mikið til at fáa stig og helst eisini trý. Seinasta partin av dystinum fóru Føroyar veruliga eftir sigrinum og millum annað við at skifta Jóannes Bjartalíð, Brand Hendriksson Olsen, Petur Knudsen og Adrian Rúnason Justinussen inn.
Hesir gjørdu mun: Føroyar fóru eftir sigrinum, og fyrstnevndi skoraði. Bjartalíð vann bóltin sjálvur, rak væl, brúkti góðu renningina hjá Peturi Knudsen rætt, og smekkaði bóltin væl í netið til 2-1. Fimm minuttir eftir og stór frøi á Tórsvølli nú ein sigur var í væntu.
Tað gekk tó galið í yvirtíðini, har útiliðið skoraði eftir eina heldur tilvildarliga støðu eftir hornaspark. Stutt áðrenn hevði Jóannes Bjartalíð risa møguleika at økja og avgerða við stútara, men bólturin fór bent uppum.
Jóannes Bjartalíð kom inn og gjørdi bart. Hetta var fyrsta málið hjá klaksvíkinginum í 2024 yvirhøvud (Mynd: Andrei Antal)
Munurin millum null stig og eitt og eitt og trý kann ofta vera lítil. Hetta prógvar hesin dysturin.
Føroyar løgdu seg eisini áðrenn steðgin. Hetta var tá Jann Benjaminsen, sum á fyrsta sinni fekk møguleikan frá byrjan, fluktaði bóltin flott í netið. Í 44. minutti javnaði Androrra við beinleiðis frísparki.
Eins og móti Norðurmakedónia: Javnleikur í heimadysti. Nú eru Føroyar eitt stig nærri Lettlandi, sum er eitt stig framamnfyri áðrenn dystin sunnudagin
Nations League Deild C, bólkur 4
3. umfar, hósdagin 10.10 á Tórsvølli
Føroyar - Armenia 2-2 (1-1)
37' Jann Benjaminsen 1-0
44' 1-1
86' Jóannes Bjartalíð 2-1
90 (+3)' 2-2
Áskoðaratal: 1.852
Støðan:
1. Norðurmakedónia 7 stig
2. Armenia 4 stig
3. Lettland 3 stig
4. Føroyar 2 stig
Sunnudagin klokkan 19.45 taka Føroyar móti Lettlandi í lykladysti um at halda sær í deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald