21 lond eru við í kvinnukappingini og hava kvinnurnar á føroyska landsliðnum vunnið tveir dystir higartil.
- Nógvir dystir eru eftir, men longu nú halda vit, at úrslitini eru góð, og at tað er rætt, at Føroya Bridgesamband hevur sent kvinnulandslið til EM, sigur Óli Holm, sum er liðskipari.
Seinast kvinnurnar vóru til EM var í 2004, men úrslitini í Herning vísa, at eisini kvinnulandsliðið skal vera við í EM.
Trý føroysk bridgelandslið eru við í EM-kappingini. Umframt kvinnurnar er opið lið, sum eru tað besta liðið og so veteranligið, ið er liðið hjá spælarum eldri enn 64 ár.
Opna liðið liggur eitt sindur undir miðjuni í teirra raði, meðan vetaranlandsliðið eigur nøkur góð úrslit til góðar – liðið er á aftasta plássi.
Spæld vera tríggjar ferðir 16 spøl hvønn dag og kappingin endar hósdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald