Í miðvikuni vórðu tær báðar seinnu hálvfinalurar í kappingini um Løgmanssteypið avgreiddar. HB og Víkingur vunnu seg í finaluna, og hesi bæði liðini hitast í Sarpugerði í annaðkvøld. Skála spældu hálvfinalu í júst Norðragøtu hósvkøldið, og spælir eisini í 11. umfari í Betrideildini í annaðkvøld; tað er í uppgerðini millum liðini í Runavíkar Kommunu. Áðrenn hesir spennandi dystirnir verða leiktir, skulu seks lið í eldin í 11. umfari:
B36 - AB
KÍ - EB/Streymur
TB - ÍF
(Allir dystirnir byrja klokkan 15.00)
Talan er um endurtøku av 3. umfari, har B36 við tveimum seinum málum vendi 1-0 til 1-2 á Argjum, har KÍ vendi 0-1 til 2-1 móti EB/Streymi við Djúpumýru, og har TB kom á odda, síðani afturum, men síðani fekk javnað til 2-2 í Fløtugerði.
Síðani tá hevur KÍ støðufest seg sum oddalið og hevur yvirhálað B36, ið byrjaði við fýra sigrum á rað. Síðani komu trý tap á rað, men eftir tríggar sigrar á rað er B36 nú aftur sera væl við. EB/Streymur hevur seinastu tvey umførini víst, at liðið kann bíta frá sær ( javnleikur móti Víkingi á útivølli) og at tað fullkomiliga kann falla saman (8-1 ósigur fyri NSÍ á heimavølli). Tað verður tí sera trupult at fáa nakað úr Klaksvík í dag, eins og tað verður tungt hjá AB í Gundadali. Argjamenn hava higartil bert fingið stig á heimavølli móti øðrum liðunum í niðara parti.
Eitt av teimum var TB seinast (javnleikur í evstu løtu) og einsamalli sigurin kom á ÍF í 2. umfari. Hesi liðini hittast við Stóra í dag, har heimaliðið hevur møguleika at trekkja heilt frá niðurflytingarstrikuni, ÍF, ið hevur tað trupult, skal royna at nærkast. Hjá TB er Stefan Radosavljevic við aftur eftir leikbann. Hann skoraði bæði málini í Fulgafirði í fyrra dystinum millum liðini. Dagsins dystur kann fáa stóran týdning fyri botnstríðið.
KÍ skal í dag reisa seg eftir tvey skuffandi tap fyri HB. Tað fyri viku síðani var fyrsti ósigirun í ár, og mikukvøldið vann arvfíggindin seinnu hálvfinaluna við máli í 89. minutti og tryggjaði sær harvið pláss í finaluni. Klaksvíkingar kunnu leggja trýst á liðini, ið spæla í annaðkvøld, og B36 kann fylgja við. Tað sum krevst er, at liðini hjá Mikkjal Thomassyni og Jákupi á Borg vinna faovrittsigrar í dag.
Vit fylgja gongdini í øllum trimum dystunum, og dagføra so hvørt sum mál kemur. Eftir dystirnar fylgja vit upp við og samandrátti. B36-AB kann síggjast á Rás1 hjá Televarpinum; dysturin í Trongisvági kann síggjast við Stórapakka +. Báðir kunnu eisini keypast.
Støðan í Betrideildini undan 11. umfari:
1. KÍ (23 stig)
2. NSÍ (22 stig)
3. B36 (21 stig)
4. Víkingur (20 stig)
5. HB (18 stig)
6. Skála (15 stig)
7. TB (9 stig)
8. EB/Streymur (7 stig)
9. AB (4 stig)
10. ÍF (4 stig)
Fótbóltur
Tveir stórfavorittar og eitt botnbrak
KÍ og B36 eru favorittar til at vinna í dag og harvið trekkja frá og leggja trýst á hini liðini í oddinum. ÍF vitjar í Trongisvági til týdningarmikalan dyst.
Kí og B36 kappast í oddinum (Mynd: Sverri Egholm/Savnsmynd)
2019-05-26 10:58
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald