Meðan tveir ungir føroyskir svimjarar í løtuni eru í italska høvuðsstaðnum Rom fyri at luttaka í EM-kapping fyri juniorar, gera aðrir ungdómssvimjarar seg nú til reiðar at fara til Klaipeda í Litava, har norðurlendsk meistarastevna fyri ung verður um vikuskiftið.
Í morginárið fer føroyska NMU-landsliðið úr Vágum umvegis Keypmannahavn og Palanga til Klaipeda, har Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2021 verður leygardagin og sunnudagin.
Tær báðar, sum luttaka fyri Føroyar, eru Lea Osberg Højsted úr Ægir og Jóhanna Ólavsdóttir úr Fuglafjarðar Svimjifelag, og afturat teimum er so nýggi landsliðsvenjarin, Kristian Martin Joensen, umframt ferðaleiðarar Astrid Joensen og Danny Osberg Højsted.
Lea Osberg Højsted skal svimja 100 og 200 metra bringusvimjing, meðan Jóhanna Ólavsdóttir skal svimja 200 og 400 metra blandað, 100 og 200 metra rygg og 50 og 400 metra frísvimjing
Litava er nú grønt ferðaøki sambært donsku ferðaleiðbeiningunum, sum millum annað merkir, at har eru linari krøv til koronatest í sambandi við ferð millum londini bæði, og at har eru linari krøv til eisini at skula ganga í masku osfr.
Men Norðurlondini hava avtalað sínamillum, at hildið verður fast um strangari koronareglur, so at til dømis øll eru testað sum møta á stevnuni, og at tiltakið annars verður skipað sum í ‘boblu’, við krøvum um at ganga í masku og tílðikt, skrivar svimjisambandið á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald