Fótbóltur

Tvey ár síðani hann seinast smakkaði sær á

- Havi ongantíð havt tað betur, sigur Jóannes Bjartalíð. Tað eru tvey ár síðani hann fór til avvenjingar.

(Mynd: Jóannes Bjartalíð / Instagram)

(Mynd: Jóannes Bjartalíð / Instagram)

2023-12-05 18:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á vetri í 2020 drakk fótbóltsspælarin Jóannes Bjartalíð hvønn dag. Tað hevur hann áður greitt frá í Kringvarpinum.

Men Fredrikstad-spælarin kann í dag fegnast um avgerðina at fara til avvenjingar. Tað ger hann á Instagram.

- Í dag eru tað heili tvey ár síðan eg fór til avvenjingar aftur. Tvey ár síðan eg seinast smakkaði mær á, skrivar Jóannes Bjartalíð.

[object Object]

Í fjør gjørdist greitt, at Jóannes Bjartalíð gavst at spæla í barndómsfelagnum KÍ, og fór uttanlands at spæla fótbólt. Valið fall á norska felagið Fredrikstad í næstbestu deildini, har venjari hansara í KÍ, eisini var farin til.

Jóannes Bjartalíð og Fredrikstad tryggjaðu sær í ár uppflyting í bestu deildina í Noreg, og klaksvíkingurin var eisini kosin ársins leikari í næstbestu deildini.

- Eg havi ongantíð havt tað betur enn tað sama. So absolutt ein av teimum fáu góðu avgerðinum man tekur, skrivar Jóannes Bjartalíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder