Annað

Tvey donsk met og trý bronsuheiðursmerki í Herning

Vektlyfting: Julia Jacobsen kappaðist í gjar í DM í Herning.

2024-04-22 12:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Julia Jacobsen kappaðist í gjar í Danmarksmeistarakapping í Herning. Málið við at luttaka í kappingini var at fáa eina góða uppliving, fáa nøkur góð góðkend lyft, og um alt gekk væl so kanska eitt bronsuheiðursmerki, men Julia gjørdi ikki mætari enn at vinna trý bronsuheiðursmerkir og seta tvey nýggj donsk junior met, skrivar Styrkifelagið Stoyt í tíðindaskrivi.

Í trekk røðini legði Julia út við 65kg. Hendan fyrsta royndin var sum luft fyri Juliu. Í sínu seinna roynd vóru 68kg á stongini, tað fekk Julia eisini upp um høvd. Tá ið lyftarin sum Julia er upp ímóti megnar at lyfta 69kg, verður tað neyðugt hjá Juliu at taka 70kg í sínu triðju roynd fyri at tryggja sær bronsuheiðursmerkið. Julia lyfti 70kg til tað føroyska meistaraheitið í mars mánaða, so tað meinti hennara venjari, Pól Hendrikur Andreasen, at hon aftur fór at klára. So var. Julia lyfti 70kg í trekk, sum bæði gav henni eitt bronsuheiðursmerki og eitt danskt junior met í trekk.

Í stoyt røðini var dysturin minst líka harður.  Julia tók 82kg í síni fyrstu roynd, eitt lætt lyft fyri Juliu. Tá ið lyftarin, sum Julia lyfti ímóti, megnaði at lyfta 84kg í sínu síðstu roynd vórðu 85kg neyðug fyri at fáa seinna bronsuheiursmerkið. Julia lyfti 85kg upp um høvd, men lyftið varð ikki góðkent vegna stem í øðrum alboganum.

Julia fekk tveir minuttir, áðrenn hon skuldi royna seg aftur. Í triðju og seinastu roynd fekk hon 85kg upp um høvd, og hesa ferð við strektum ørmum. Lyftið varð góðkent, og Julia gjørdist bronsuvinnari í stoyt og fekk av tí sama ein tveykamp á 155kg.

Tveykampurin gav henni eisini triðja bronsuheiðursmerkið, og afturat hesum fekk hon sítt seinna danska junior met í tveykampinum á 155kg. Hetta metið hevði staðið síðan 2019.

Eitt annað met, sum eisini hevði staðið síðan 2019 var juniormetið í stoyt - 86kg. Julia lyfti 87kg, 1kg yvir metið, men í einum lægri vektbólki, so tí taldi tað ikki.

Alt í alt var talan um eitt heilt fantastiskt vikuskifti hjá Juliu, skrivar Stoyt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder