2023-12-02 23:10
Tórshavn Boksing kom setti veruliga sítt merki í boksikortið, tá báðir føroysku boksararnir, sum luttóku á stevnuni “Night of the vikings” í Vordingborg í kvøld vunnu gull.
Andreas Dam Poulsen, ið boksar í vektflokkinum 91+ kilo vann móti einum týskum boksara, meðan Teitur Annand vann greitt við dómaraatkvøðunum 5/0 móti einum royndum boksara úr Haslev, sum boksaði sín dyst nummar 25. Hetta var bert 11. dysturin hjá Teiti.
Les eisini: Boksarar á spennandi uppgávu
Andreas Dam Poulsen
Teitur Annand
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald