Annað

Boksarar á spennandi uppgávu

Møta royndari mótstøðu í boksistevnuni Night of the Vikings í Vordingborg. Men óvist er um David Kunoy fær nakran kamp, tí tveir mótstøðumenn hava givið avboð.

Teitur Annand, Andreas Dam Poulsen og David Kunoy

Teitur Annand, Andreas Dam Poulsen og David Kunoy

2023-12-01 08:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hetta vikuskiftið fara tríggir av bestu boksarum hjá Tórshavn Boksing aftur til Danmark at luttaka á stórari stevnu.

Talan er um ‘Fight night’ í Vordingborg, sum tey eisini kallað “Night of the vikings”. Teir tríggir føroysku boksararnir, sum vera við, eru Andreas Dam Poulsen, Teitur Annand og David Kunoy.

Andreas Dam Poulsen skal í vektflokkinum 91+ kg boksa móti einum týskara, sum skal royna seg á fyrsta sinni í slíkum dysti, meðan Andreas skal boksa sín sætta dyst.

Hóast boksarin boksar sín fyrsta dyst av týdningi, so verður roknað við, at hann er væl fyrireikaður, og tí hevur Andreas Dam Poulsen vant hart upp til henda dystin í vónini um at vinna.

Teitur Annand skal skal møta einum manni frá Haslev við heili 24 skrásettum dystum. Hetta kann tykjast ein stór avbjóðing fyri Teit, sum higartil hevur roynt seg í ringinum 10 ferðir í veruligum dysti.

Teitur hevur boksað sera væl higartil í ár, men enn eru tíverri ongi stór úrslit komin hjá boksaranum, sum væntað verður nógv av í føroyska boksifelagnum.

- Teitur er ein boksari í ógvuligari jaligari menning, sum alla tíðina nemur sær nýggjer teknikkir og taktikkir. Teitur er skjótur, og vit vænta nógv av honum hesi komandi árini, sigur Martin Meng venjari í Tórshavn Boksing.

Triði boksari á ferðini til Danmarkar er David Kunoy. Men í skrivandi stund er óvist hvønn hann skal boksa ímóti, og um hann fær nakran dyst yvirhøvur.

Upprunaliga skuldi hann hitta ein boksara frá Nykøbing Falster, sum hann fyrr hevur tapt ímóti. Men danski boksarin meldaði frá fyrr í vikuni, og í staðin varð funnið fram til ein royndan boksara úr Gilleleje, sum er nakað tyngri enn David, og dysturin skuldi tí boksast í vektflokkinum oman fyri tann, sum føroyingurin vanliga boksar í..

Men í gjárkvøldið mátti hesin boksarin eisini melda frá, so nú verður í skundi roynt at finna ein nýggjan mann, sum David kann boksa ímóti á stevnuni í Vordingborg.

David stendur annars til at boksa sín 18. dyst, harav hann bert hevur tapt fýra. Bert í ár hevur hann boksað 9 dystir og tapt ein – tað var í finaluni í altjóða kappingini Hvidovre Box Cup, tá hann tapti móti einum niurlendingi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder