Annað

Tvey ítróttafólk í OL-býnum fingið staðfest koronu

Tey smittaðu koma úr sama landi og frá somu ítróttagrein – OL í Tokyo fer av bakkastokki 23. juli.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-07-18 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri fyrstu ferð eru tveir OL-luttakarar staðfestir positivir fyri koronu inni í OL-býnum í Tokyo. Tað upplýsa OL-fyrireikarar í dag, nú minni enn ein vika er til, at OL fer av bakkastokki 23. juli.

Upplýst verður, at tey smittaðu koma úr sama landi og somu ítróttagrein.

Sambært TV2 er okkurt, sum bendir á, at talan er um suðurafrikanarar, tí suðurafrikanska fótbóltssambandið hevur boðað frá, at tveir leikarar á suðurafrikanska U23-landsliðnum eru staðfestir positivir.

Tíðindini um smittutilburðirnir koma dagin eftir, at fyrsti persónurin varð steðfestur smittaður í OL-býnum. Her er talan um ein ónevndan persón, sum skal hava tikið lut í fyrireikingararbeiðnum og ikki um eitt ítróttafólk.

Fyrstu ítróttafólkini komu til OL-býin týsdagin. Í býnum, sum skal hýsa uml. 6.700 ítróttafólk og onnur, sum hava tilknýti til OL, eru bæði íbúðir og matstovur.

Í sambandi við OL eru umfatandi koronatiltøk og sóttarhaldsreglur galdandi. M.a. verður OL stórtsæð uttan áskoðarar.

Fleiri ítróttafólk og onnur við tilknýti til OL eru áður staðfest positiv fyri koronu í Japan, men tó hevur eingin av hesum verið í sjalvum OL-býnum. Fram til leygardagin vóru fimm ítróttafólk staðfest positiv við komu til Japan.

OL verður hildið í Tokyo, samstundis sum Japan stríðist við at fáa tamarhald á smittuni, og meiningakanningar hava eisini víst, at meirilutin av japanska fólkinum ikki tekur undir við at hava OL nú. Thomas Bach, forseti fyri Altjóða Olympisku Nevndina (IOC) hevur tó heitt á japanarar um at stuðla OL, skrivar Ritzau.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder