Fýra lið fóru í síðstu viku undir sítt evropeiska summar. Trý lið í Conference League og eitt lið í Champions League. Nú øll hava spælt báðar dystirnar í 1. umfari er greitt, at tvey lið spældu seg víðari, og at tvey nú hava eina lítla summarferiu, áðrenn tey skulu byrja at spæla aftur í august.
HB og Víkingur vóru annars ikki langt frá móti ávíkavist Derry City (Norðurírland/Írland) og Inter Club D'Escaldes (Andorra). Í øllum førum ikki frá longdari leiktíð. Víkingur hevði bóltin í málinum í 97. minutti, men fyri aðru ferð í dystinum við Djúpumýru varð mál hjá steypavinnarunum kolldømt vegna rangstøðu. HB hevði stórar møguleikar - nakrar á Tórsvølli og so í seinna hálvleiki. Til seinast kostaði óskerpni og serliga defensivir deyðbóltar - øll fýra málini ið komu inn móti føroysku liðunum vóru eftir deyðbóltar.
Víkingarnir fegnast um frálíka skotið hjá Arnbirni Svensson, ið sá út til at tryggja longda leiktíð...
So varnast teir í ljósabláum at flagginum hjá linjuverjanum er uppi (Mynd: Sverri Egholm)
HB hevði sínari møguleikar, men Derry gagnnýtti eitt hornaspark og var samanlagt tað stinnari (Savnsmynd: Sverri Egholm)
B36 og KÍ lótu als einki mál inn. Hjá B36 var tað í heilar 210 minuttir, tí longd leiktíð var neyðug í Estlandi í gjár. Har vísti B36 mentala styrki og styrki í deyðbóltunum: Tvey góð hornaspørk frá innskifta Símuni Sólheim og stútarar frá Eli Falkvard Nielsen og Michal Przybylski = 2-0 til B36 sum harvið er víðari í Evropa fyri tíggjundu ferð, og sum annað árið á rað skal royna at spæla seg til 3. umfar í Conference League.
KÍ skelkaði Fótbóltsevropa við 3-0 sigri í Budapest týskvøldið. Ungarsku meistararnir tyktust ráðaleysir, áskoðararnir vendu Ferencvárois bakið, venjarin fekk sekkin sama kvøldið, og KÍ spældi seg fyri fyrstu ferð víðari í Champions League við frálíkum avriki. Bæði KÍ og B36 byrja á heimavølli í næsta umfari - ávíkavist mikudagin 26. juli og hósdagin 27. juli.
Eli Falkvard Nielsen og Michal Przybylski fegnast í Estlandi (Mynd: Ingi Arge/B36)
B36 spældi í gulum og svørtum í sterka sigrinum (Mynd: Ingi Arge/B36)
Fyrsta umfar hjá føroysku feløgunum í evropeiskari kapping
Champions League
KÍ - Ferencvárosi 3-0 samanlagt
Conference League
B36 - Paide Linnameeskond 2-0 samanlagt
Víkingur - Inter Club D' Escaldes 2-3 samanlagt
HB - Derry City 1-0 samanlagt
--------------------------------------------------------
UEFA Champions League, 2. umfar - fyrri dysturin
Mikudagin 26. juli, Við Djúpumýrar
KÍ - BK Häcken (Svøríki)
UEFA Conference League, 2. umfar - fyrri dysturin
Hósdagin 27. juli, Gundadalur
B36 - Haverfordwest County AFC (Wales)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald