Bæði Føroyar og Malta skoraðu innanfyri teir fyrstu fimm minuttirnar, og tað er 1-1 í hálvleikinum í seinasta Nations League-dystinum, har føroysku áskoðarnir hava sett sín dám á.
Undir upphitingini undan dystinum noyddist Rógvi Badvinsson at gevast orsakað av einari fipursbreinging í høgra tjúkka. Heini Vatnsdal avloysti hann á verjukenda miðvøllinum.
Les meira: Heini Vatnsdal byrjar ístaðin fyri Rógva
Tað var lív í frá byrjan á Ta’ Qali leikvøllinum. Føroyingarnir sóu tendraðir út og longu í 3.minutti sló René Shaki Joensen til aftur. Føroyski toppskjúttin skoraði sítt triðja mál í sínum fimta Nations League-dystir, tá hann beindi eitt gott innlegg frá Gilla Rólantssyni Sørensen. Men Malta risti beinanvegin skelkin av sær. Í næsta álopinum varð veteranurin Micheal Mifsud spældur leysur, Gunnar bjargaði væl í fyrstu atløgu, men bólturin datt út til Juan Corbolan, ið smekkaði bóltin í málið úr spískum.
Tað helt fram at vera lív í eftir málini; bæði liðini fara týðiliga eftir sigrinum. Føroyingarnir hava verið meira á bóltinum og meira ágangandi, men hava ikki megnað at skapt nógvar málmøguleikar. Maltesar liggja og lúra uppá mistøk hjá okkum og møguleikan at fara í mótálop og fáa bóltin inn um okkara verju til kvika Mifsud . Størsti møguleikin at leggja seg á odda aftur, var tá Sølvi Vatnhamar tveitti seg fram og stútaði beint framvið eftir eitt frálíkt føroyskt álop.
Føroyska liðið hevur hildið væl betri fast í bóltinum enn í Aserbadjan, og í fleiri støðum hevur spælið verið gott. Í løtuni liggja Føroyar til at enda nummar trý í bólkinum og harvið sleppa undan niðasta seedingslagnum.
Malta - Føroyar (1-1)
0-1 René Shaki Joensen
1-1 Juan Corbolan
Fótbóltur
Tvey ógvuliga skjót mál á Malta
Tað er javnleikur, nú steðgur er á Ta' Qali leikvøllinum. Enn einaferð hevur René Shaki skorað fyri Føroyar.
2018-11-20 20:30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald