Triðja árið á rað hava Skúlaleikir vitjað kring landið, og aftur í ár hevur luttøkan vera sera góð. Næstan 2.000 úr næmingar hava luttikið á teimum 13 undanstevnunum kring landið, og stóri landsstevnudagurin verður týsdagin 23. apríl í høllina á Hálsi í Havn.
Tá fara 324 næmingar at dystast í teimum seks ítróttagreinunum, sum eru við í Skúlaleikum í ár.
Slagorðið hjá Skúlaleikum er ”felagsskapur og rørslugleði fyri øll”, og tí snúgva stevnudagarnir seg fyrst og fremst um felagsskapin. Øll kunnu verið við, og øll hava ein leiklut á sínum liði.
Næmingarnir hava heppað á floksfelagar, givið smíl og high-fives, savnað vinir úr øðrum flokkum og yvirhøvur verður stórur dentur lagdur á felagsskapin á degnum. Vælupplagdir lærarar og glaðir næmingar hava roynt seg í seks ítróttagreinum, sum eru lagaðar til skúlaítrótt. Tær eru frælsar ítróttir, flogbóltur, badminton, rógving, kurvabóltur og rørslumegi. Parasport hevur verið størri partur av Skúlaleikum í ár, og tí hava næmingarnir m.a. runnið við og uttan bind fyri eyguni, kasta sitandi og róð stafet uttan at tosa saman.
Hvør stevna endar við, at vit heiðra dagsins hepp, besta felagsskap, og so finna vit tann flokkin, sum samlað hevur klárað seg best, og sum tí skal umboða økið til landsstevnuna.
Flokkarnir á landsstevnuni 23. apríl eru:
4. flokkar: Eysturkommuna, Eysturskúlin, Skúlin við Løgmannabreyt, Tvøroyrar Skúli og Vestmanna Skúli.
5. flokkar: Keldan, Skúlin á Fløtum (d), Santa Frants Skúli (a), Skála Skúli, Skúlin í Eysturkommunu og Vágs Skúli.
6. flokkar: Sumbiar Skúli, Skála Skúli, Skúlin við Løgmannabreyt, Skúlin á Fløtum (b) og Skúlin í Eysturkommunu.
Leikirnir verða settir í Høllini á Hálsi klokkan 9.30 og halda fram til klokkan 14. Umframt í Høllini á Hálsi, fara leikirnir eisini fram í Dansifrøi, Gundadalshøllini og á Tórsbreyt. Øll áhugað eru vælkomin at hyggja framvið at uppliva góða huglagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald