Í gjár var vitjan í býráðssalinum á Tvøroyri av úrmælingum úr ítróttarfeløgunum í kommununi.
Siðvenja er, at kommunan heiðrar teimum, ið megna at enda ovast á tindinum og gerast føroyameistarar. Stígur kom í hesa siðvenju í fjør, men nú er hetta tikið upp aftur, skrivar heimasíðan hjá Tvøroyrar kommunu.
Í gjár tók Kristin Michelsen, borgarstjóri, ímóti umboðum fyri Tvøroyrar Borðtennisfelag - TBF, Froðbiar Sóknar Róðrarfelag – FSR og Suðuroyar Judo, sum øll hava víst úrslit, sum eru at fegnast um.
Fyri TBF møttu Ólavur Hammer, Hans Jacob Gaard Petersen, Britt Michelsen, Baldur Garðshamar og Benjamin Simonsen. Úrslitini hjá teimum í ár:
Ólavur Hammer: Føroyameistari í einmansleiki, smádreingir, føroyameistari í einmansleiki, dreingir, føroyameistari í tvímansleiki, smádreingir, saman við Hans Jacob Gaard Petersen og føroyameistari í tvímansleiki, dreingir, saman við Hans Jacob Gaard Petersen.
Hans Jacob Gaard Petersen: Føroyameistari í einmansleiki, unglingar, føroyameistari í tvímansleiki, smádreingir saman við Ólavi Hammer, føroyameistari í tvímansleiki, dreingir saman við Ólavi Hammer og føroyameistari í blandaðum tvímansleiki.
Britt Michelsen: Føroyameistari í einmansleiki, kvinnur.
Baldur Garðshamar: Føroyameistari í tvímansleiki, smápiltar saman við Benjamin Simonsen.
Benjamin Simonsen: Føroyameistari í einmansleiki, smápiltar og føroyameistari í tvímansleiki, smápiltar, saman við Balduri Garðshamar.
Nýggjasta ítróttarfelagið í kommununi, Suðuroyar Judo, stóð seg eisini væl, og fekk fleiri heiðursmerkir í FM-kappingini í ár. Bjørk Enni og Dávid Simonsen gjørdust føroyameistarar.
Bjørk Enni: Føroyameistari í vektklassanum 32+ kg.
Dávid Simonsen: Føroyameistari í vektklassanum -28 kg.
Froðbiar Sóknar Róðrarfelag stóð seg væl til FM í inniróðri í ár, og tveir føroyameistarar komu burturúr. Jóna Danielsen og Jóhanna Maria Olsen.
Jóna Danielsen: Føroyameistari í inniróðri á teininum 2.000 metrar, kvinnur 55-59 TV.
Jóhanna Maria Olsen: Føroyameistari í inniróðri á tieninum 2.000 metrar, kvinnur OB TV.
Borgarstjórin handaði føroyameistarunum blómutyssi, gávukort og heiðursbræv, vegna Tvøroyrar kommunu.
Fleiri myndir eru at síggja á síðu Tvøroyrar kommunu á Facebook https://www.facebook.com/photo/?fbid=609437834548512&set=pcb.609441054548190
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald