Týski landsliðsleikarin Mesut Özil hevur avgjørt at gevast á landsliðinum. Avgerðin er tikin eftir at leikarin hevur verið fyri sera stórum atfinningum fyri at hava latið seg avmynda saman við turkiska forsetanum, Recep Tayyip Erdogan.
Özil, sum til dagligt spælir í Arsenal, boðaði frá í gjár, at hann gevst.
- Tað er við tungum hjarta, at eg ikki longur vil spæla fyri Týskland orsaka av hendingunum seinastu tíðina, tí eg havi ein kenslu av rasismu og manglandi virðing. Eg eri vanur við at bera týsku landsliðstroyggjuna við æru, men tað geri eg ikki longur, skrivar Özil á Twitter.
Mesut Özil og Ilkay Gündogan, sum eisini spælir á týska landsliðinum, lótu seg avmynda saman við Erdogan í mai, tá turkiski forsetin vitjaði í London, skrivar TV2. Báðir leikararnir eru ættaðir úr Turkalandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald