Teir gjørdust heimsmeistarar í 2014. Eftir eitt silvurheiðursmerki og trý 3. pláss í undanfarnu fýra endaspølunum, bragdaði tað endliga aftur hjá risastóru fótbóltstjóðini. Liðið hjá Joachim Löw vísti veruliga sína styrki í Brasil, men í Russlandi fyri fýra árum síðani gekk av skriðuni, og Týskalnd
Eftir EM 2020, ið heldur ikki eydnaðist væl eftir týskum mátistokki, varð Löw avloystur av Hansi Flick. Fyrrverandi ítróttarstjórin í týska fótbóltssambandinum, og maðurin ið stóð á odda fyri "The Treble" hjá Bayern í 2020, stendur nú á odda fyri einum ættarliðsskifti, men hansara fyrsti dystur í einum endaspæli endaði við risa vónbroti.
Sum svar uppá forðingar frá FIFA frá at millum annað nýta "One Love-liðskipararbandið", ið stuðlar LGBTQ+, valdi Týskland at gera so, tá liðmyndin skuldu takast. Úr millum annað týsku og donsku leguni kenna tet, at FIFA á órættaðan hátt leggur meinbogar í vegin fyri átøk fyri at stuðla mannarættindum (Mynd: EPA)
Týskland var annars greitt omaná størsta partin av dystinum móti Japan. Ungi Jamal Musiala og hinir í hvítum og svørtum spældu væl, og týskarar skaptu nógvar góðar støður, men japanski málverjin, Gondi, var fyri í fleiri førum fyri. Hann gjørdi tó eitt klossut brotsspark beint eftir, at hálvur tími var leiktur, og Ilkay Gundogan umsetti kaldliga til mál.
Japan kom betri við í seinna hálvleiki, men tað tyktist tó framvegis sum um, at tað bert var ein spurningur um tíð, áðrenn Týskland fór at økja - serliga í samband við ein risa trífaldan møguleika miðskeiðis í hálvleikinum. Men tá eitt lið ikki tekur av, hendir tað ofta, at hitt ger tað.
At Týskland manglar ein klassa áleypara og hevur ávísar veikleikar kostaði eisini. Ritsu Doan javnaði brádliga, tá eitt korter var eftir - Japan hevði tó havt ein stóran møguleika frammanundan, ið Manuel Neuer vardi væl fyri. Royndi týski málverjin fekk tó ikki armin nóg væl upp, og verjuketan svav, tá Takuma Asano í 83. minutti rann avstað, tók væl ímóti langari sending og smekkaði bóltin uppundir nettakið.
Myndir: EPA
Báðir japansku málskjúttarnir vóru innskiftarar, og bæði Doan (Freiburg) og Asano (Bochum) spæla í Týsklandi. Tað endaði 2-1, og harvið er enn ein stórur HM-skelkur veruleiki. Nakrir av favorittunum úr Evropa og Suðuramerika hava havt tað trupult, og bólkur E - ið á pappírinum lá til Týskland og Spania - sær nú meira opin úr.
Spania og Kosta Rika spæla um eina løtu.
Skráin í dag, mikudagin 23. november
Marokko - Kroatia 0-0 (Bólkur F)
Týskland - Japan 1-2 (1-0) (Bólkur E)
16.00: Spania - Kosta Rika (Bólkur E)
19.00: Belgia - Kanada (Bólkur F)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald