Føroyingar komu væl út til fyrra hálvleik, og komu til góðar støður mest sum hvørt álop, men ein stórspælandi Andreas Wolff í týska málinum, gjørdi tað trupult at fáa bóltin í kassan. Andreas Wolff hevði heili níggju bjargingar í fyrra hálvleiki, harav fleiri vóru stórbjargingar.
Føroyingar hildu fram við góða spælinum sum hálvleikurin gekk og eftir fimtan minuttir, og støðuna 10-5, byrjaði at koma vend í. Føroyingar forstýraðu týska álopsspælið, og byrjaðu at fáa betri stýr á týska málverjanum.
Týskarar drógu tó aftur frá síðstu fimm minuttirnar, og fóru til hálvleiks við eini 17-11 leiðslu.
Støðan eftir:
5 min: 4-1
10 min: 6-4
15 min: 10-5
20 min: 11-8
25 min: 15-10
30 min: 17-11
Føroysku málskjúttarnir í fyrra hálvleiki:
-Helgi Hildarsson Hoydal, Kjartan Johansen og Hákun Vest av Teigum skutu tvey mál í part.
-Rókur Akralíð, Vilhelm Poulsen, Elias Ellefsen á Skipagøtu, Peter Krogh og Pauli Mittún skutu allir eitt mál í part.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald