Hondbóltur

Týskland-Føroyar: Manglandi neyvleiki kostaði føroyingum dýrt

Fleiri tekniskar villur, sum týskarar vóru skjótir at straffa, saman við einum havi av brendum møguleikum, gjørdi at føroyingar vóru fyri áttamáls tapi í Kiel..

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2022-04-13 19:00 Author image
Tormóður Petursson Djurhuus
placeholder

Føroyingar spældu til tíðir fult upp ímóti týsku maskinuni, men nógvar tekniskar villur og ein stórspælandi Andreas Wolff, høvdu við sær, at týskarar trektu frá føroyingum.

Føroyingar høvdu fleiri góð tíðarskeið í dystinum, har teir hálaðu mál inn aftur á týsku maskinuna, og høvdu marginalarnir follið okkara veg, so hevði munurin kunna verið væl minni.

Endaliga úrslitið gjørdist 34-26.


Støðan eftir:

5min: 4-1
10min: 6-4
15min: 10-5
20min: 11-8
25min: 15-10
30min: 17-11
35min: 19-14
40min: 22-16 
45min: 28-19
50min: 30-21
55min: 32-23
60min: 34-26

Føroysku málskjúttarnir: 
-Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdist føroyskur toppskjútti við fimm málum 
-Helgi Hildarsson Hoydal og Hákun Vest av Teigum skutu fýra mál hvør
-Kjartan Johansen skjeyt trý mál 
-Leivur Mortensen, Tróndur Mikkelsen og Rókur Nielsen Akralíð skutu tvey mál hvør
-Jónas Gunnarsson Djurhuus, Vilhelm Poulsen, Peter Krogh og Pauli Mittún skutu allir eitt mál hvør

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder