Fyrst í mánaðinum framdu U17-menninir bragdið í Gøteborg, tá teir lyftu steypið í European Open. Í hesari vikuni skal eitt annað ungdómslandslið royna seg í evropeiskari kapping.
Í gjár fór U19-landsliðið við kvinnum til Litava, har EM-undankapping er á skránni. Tað er í býnum Klaipeda, at Føroyar skulu spæla, og føroyska liðið er í bólki við Kekkia, Turkalandi og Kosovo. Kekkia er fyrst á skránni - í morgin klokkan 11
16 leikarar eru í føroyska hópinum. Fleiri av leikarunum eru lyklaleikarar í teimum ymsu feløgunum kring landið, og Lív S. Poulsen, upprunaliga úr VÍF, spælir í Midtjyllandi, har hon millum annað hevur fingið debut í bestu donsku deildini.
Hópurin:
Alda av Skarði, Kyndil
Karin Skylv Midjord, Kyndil
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Beinta Lindbert Hansen, Kyndil
Sólja Bárðadóttir Poulsen, Kyndil
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Herning-Ikast
Ingunn Kristina Persson, Neistin
Sólbjørt Høj, Neistin
Hjørdis Viðstein, Neistin
Karina Berg Høgnesen, STÍF
Birita Ryan, Stjørnan
Eva Barba Arge, H71
Marita Mortensen, H71
Karina Eysturtún Rubeksen, H71
Sunniva Bogadóttir, H71
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Venjarar eru Per Klarup og Christoffur Gert Nielsen. Hondbóltssambandið skrivar, Mark Dahl, málverjavenjar, Inga Dahl, liðleiðari og Gurið Krosslá Augustinussen, fysioterapeut eisini eru við á ferðini. Dystirnir kunnu síggjast á ehftv
U00 kvinnur ávegis til Litava
Næstu dagarnar, 15-21. juli, skulu okkara U00 kvinnur spæla W19 Championship, sum er EM kapping, í Klaipeda í Litava
Føroyar eru í bólki A við Kekkia, Kosovu og Turkalandi. Fyrsti dysturin verður mánadagin 15. juli, kl. 12.00 móti Kekkia.
Dystirnir kunnu stroymast á EHFtv.com
Venjarar eru Per Klarup og Christoffur Gert Nielsen. Eisini eru Mark Dahl, málverjavenjari, Inga Dahl, liðleiðari og Gurið Krosslá Augustinussen, fysioterapeut við á ferðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald