Í døgunum 30. september til 5. oktober luttekur U15 landsliðið við gentum í UEFA menningarkapping í Bulgaria.
Umframt vertstjóðini, skulu Føroyar eisini spæla móti Montenegro og Norðurírlandi. U15 genturnar byrja menningarkappingina móti Bulgaria 30. september, og spæla síðan móti Montenegro 2. oktober, áðrenn tær enda við dysti móti Norðurírlandi 5. oktober.
Sigtór A. Petersen, landsliðsvenjari hevur úttikið 18 spælarar úr níggju ymiskum feløgum til kappingina, boðar Fótbóltssambandið frá.
Hópurin er hesin:
Sára Kristiansen, BSF
Anna á Borg, FC Hoyvík
Olivia Rajani, FC Hoyvík
Halla Morgan Ejdesgaard, FC Hoyvík
Leona Kjærbæk Djurhuus, FC Suðuroy
Silja Ragnarsdóttir Trier, HB
Sesilia Yang Trier Siimonsen, HB
Eliabeth Norðoy Vilhelmsen, KÍ
Margretha Elisdóttir í Buð, KÍ
Kára Sigurðsson, KÍ
Ranja Joensen, KÍ
Eyðna Gaard, KÍ
Hanna Ellefsen, MB
Naomi Hansen, NSÍ
Valbjørg Davidsen, NSÍ
Sara Benjaminsen, Skála
Reima Isaksen, Víkingur
Fríða Lamhauge, Víkingur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald