Seinni í hesum mánaðinum skal U15-landsliðið við dreingjum spæla tveir venjingardystir móti Íslandi. Tann fyrri verður á Svangaskarði á Toftum, og hin verður á Tórsvølli.
Dystirnir verða ávikavíst týsdagin 16. august klokkan 15 og hósdagin 18. august klokkan 17.30.
Sum fyrireiking til uppgávurnar móti Íslandi, verður farið á venjingarlegu í suðuroynni frá sunnudegnum til týsdagin, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Í november skulu U15-dreingirnir til UEFA menningarkapping í Albania
Jógvan Martin Olsen, venjari hevur úttikið 18 spælarar til venjingardystirnar móti Íslandi.
Teir eru:
- Rasmus Helgason, 07 Vestur
- Rasmus Emil Poulsen, B36
- Djóni Sivertsen, B36
- Jónas Samuelsen, B68
- Dánial T. Mørkøre, HB
- Dávid Reynheim, HB
- Teitur Bogason, HB
- Silas B. Joensen, HB
- Rani Johannessen, HB
- Mortan Eyðunsson, HB
- Páll Múller, KÍ
- Hóri Løkságarð Klakstein, KÍ
- Rói Niclasen, KÍ
- Tróndur Sjúrðarson, NSÍ
- Pauli Richardson, NSÍ
- Jeffrey Dulavík Berg, Skála
- Mathias Trygve Møberg, Viborg FF (Danmark)
- Jens Eiler Samsson, Víkingur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald