Fótbóltur

U15-genturnar fyrireika seg til Baltic Cup

Hetta vikuskiftið hava tær verið á venjingarlegu í Havn, og týsdagin gongur leiðin til Estlands.

(Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

(Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

2021-08-22 10:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið er U15-landsliðið við gentum savnað á venjingarlegu í Havn, áðrenn leiðin gongur til Estlands at spæla Baltic Cup týsdagin.

Hetta er fyrsta venjingarlegan og altjóða uppgávan hjá Sigtóri Petersen, sum landsliðsvenjara, og umframt fysiska test og venjing, er eisini venjingardystur á skránni, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

Umframt U15, hava øll hini landsliðini á gentu- og kvinnusíðuni eisini verið savnaði hetta vikuskiftið. A-landsliðið við kvinnum fyrireikar seg til komandi HM-undankapping, har heimsstjørnurnar úr Spania vitja í fyrsta dystinum 16. september.

Um sama mundið fer U19-landsliðið við gentum til Estlands at spæla tveir venjingardystir. Harumframt hava U17-genturnar eisini verið til venjing. Tær skulu til Slovakia at spæla EM undankapping í november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder