Føroyska U15-landsliðið skal seint í august luttaka í Baltic Cup. Hetta verður í døgunum 21. til 26. august í Riga, høvðusstaðnum í Lettlandi. Føroyar skulu spæla ímóti vertunum og hinum baltisku londunum; Estlandi og Litava.
Í juni og juli mánað eru fleiri venjingar á skránni hjá U15-gentunum. 17. og 18. verður eisini ein venjingarlega á Svangaskarði sum partur av fyrireikingunum.
Pauli Poulsen er venjari hjá U15-gentunum, og hetta er fyrstu ferð at hann úttekur ein hóp. Pauli hevur úttikið 18 leikarar úr níggju ymiskum feløgum í Føroyum. Ein leikari, Jóhanna Sørensen, sum hevur spælt fyri HB, spælir til dagliga uttanlanda.
Hópurin:
Astrid Mittfoss, B36
Agatha K. Djurhuus, TB
Jórun Nejma Patawary, KÍ
Vár Johannesen, KÍ
Thala Ann Venned, KÍ
Jóhanna Sørensen, Vildbjerg IF (DEN)
Anna Katrina Mikkelsen, Skála
Sólja Ernstdóttir, Skála
Marita F. Magnadóttir, Skála
Rakul Sørensen, Víkingur
Fanny Kata Turi, Víkingur
Brynhild Janusardóttir, Víkingur
Halla E. Joensen, TB/Royn
Vár Edvardsdóttir, 07 Vestur
Nicola Toftegaard, ÍF
Gunnvá Lutzen, HB
Fríða M. Jakobsen, HB
Lea T. Johannesen, HB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald