Fótbóltur

U15: Vunnu 5-2 á Estlandi

Føroysku genturnar gjørdu bart í dysti nummar tvey í Baltic Cup - Sigrið Hansdóttir skoraði hattrikk. Seinasti dysturin í Litava verður kl. 15 í morgin, sunnudagin.

Fagnaður á øllum í hópinum eftir seinasta bríksl í gjár - í morgin kunnu tær tryggja sær 1. plássið í Baltic Cup (Mynd: FSF)

Fagnaður á øllum í hópinum eftir seinasta bríksl í gjár - í morgin kunnu tær tryggja sær 1. plássið í Baltic Cup (Mynd: FSF)

2023-08-26 19:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku U15-genturnar hava higartil havt eina góða Baltic Cup og skorað nógv mál í Litava. 

Lagt varð fyri við móti litavisku vertunum fríggjadagin, har tað endaði við javnleiki í undirhaldandi dysti. Sigrið Hansdóttir skoraði tvey mál, og Kára Sigurðsson eitt.

Í gjár gekk heilt væl: Føroyar vunnu 5-2. Aftur gjørdi Sigrið bart. B36-spælarin skoraði hattrikk. Kára úr KÍ skoraði aftur, og Sara Benjaminsen (Skála) skoraði eisini eitt mál.

[object Object]
Sigrið Hansdóttir, Sara Benjaminsen og Kára Siguruðsson - tær skoraðu føroysku málini móti Estlandi í gjár (Mynd: FSF)

[object Object]
Tær, ið byrjaðu dystin í gjár (Mynd: FSF)

[object Object]
Fagnaður á øllum í hópinum eftir seinasta bríksl (Mynd: FSF)

Flottur føroyskur sigur, og nú snýr tað seg um at seta gott punktum. Tað kunnu Føroyar gera móti Lettlandi seinnapartin í morgin. Vinna føroysku U15-genturnar, so vinna tær kappingina. Dysturin byrjar klokkan 15 føroyska tíð og kann stroymast á hesari síðuni.
 
Føroyski hópurin:
Ása Lea Ellefsen Næss, B36
Maria Hellisdal, B36
Sirið Láberg Petersen, B36
Sigrið Hansdóttir, B36
Lilja Højsted, B71
Klára Døgg Edvardsdóttir, EB/Streymur
Hanna Ellefsen, GVI (Danmark)
Laura Thorsteinsson, FC Suðuroy
Elin Elmelund Hansen, HB
Kaja Poulsdóttir Toftegaard, ÍF
Kára Sigurðsson, KÍ
Sunnvá Skipanes, NSÍ
Naomi Hansen, NSÍ
Emma Charlotta Knudsen, NSÍ
Rakul Maria Rasmussen, Skála
Sara Benjaminsen, Skála
Anna Katrina Gregersen Poulsen, Skála
Bianca Rose Andreasen, Víkingur

Sigtór Petersen er høvuðsvenjari hjá liðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder