Tað hevur higartil gingið heilt væl hjá føroysku U15-gentunum í UEFA menningarkappingini. sum er í Albania. Føroyar vunnu fyrsta dystin 5-0. Hetta var móti Malta mikudagin. Í dag eydnaðist at basa Luksemborg í nógva hitanum.
Mikudagin gjørdi Sigrið Hansdóttir úr B36 hattrikk, og í dag var tað klaksvíksgentan Kára Sigurðsson, ið skoraði trý mál. Hon gjørdist - sum bolt.fo vísir á - greiður toppskjútti í føroysku U16-kappingini í ár, og Kára skoraði eisini tvey mál móti Malta.
Móti Luksemborg í dag varð talan um 3-1 sigur, har tær á føroyska liðnum spældu heilt væl til tíðir, stríddust væl og spældu við nógvari orku.
Tær sum byrjaðu dystin í dag og vunnu 3-1. Til ber at síggja fleiri myndir á Facebook-vanganum hjá FSF (Mynd: FSF)
Í slíkum kappingum er tað krav, at spælitíðin verður býtt væl millum tær í hópinum. Harvið fáa nógvar víst seg á hesum stigum.
Føroyar spæla síðsta dystin í kappingini mánadagin. Í dystinum móti albansku vertunum kann føroyska U15-liðið tryggjað sær 1. plássið í menningarkappingini.
Hópurin
Ása Lea Ellefsen Næss, B36
Maria Poulsen Hellisdal, B36
Ragnhild Magnusson, B36
Beinta Klemmentsen, B36
Sigrið Hansdóttir, B36
Lilja Debess av Teigum, B36
Lilja Højsted, B71
Olivia Kristiansen, FC Hoyvík
Laura Thorsteinsson, FC Suðuroy
Hanna Ellefsen, GVI (Danmark)
Elin Elmelund Hansen, HB
Hanna Thomsen, HB
Kaja Poulsdóttir Toftegaard, ÍF
Kára Sigurðsson, KÍ
Naomi Hansen, NSÍ
Emma Charlotta Knudsen, NSÍ
Rakul Maria Rasmussen, Skála
Sara Benjaminsen, Skála
Anna Katrina Gregersen Poulsen, Skála
Venjarar eru: Sigtór Petersen og Allan Smedemark
Skráin
27. sept. Føroyar – Malta 5-0
29. sept. Luksemborg – Føroyar 1-3
2. okt. Albania – Føroyar
Kelda: FSF og UEFA
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald