Fótbóltur

U15-genturnar skúgvaðu alla mótstøðu av vegnum

Føroyska liðið vann allar tríggjar dystirnar í menningarkappingini í Albania við samlaða málmuninum 13-1. - Hetta var heilt fantastiskt, sigur høvuðsvenjarin.

Føroyski hópurin eftir 5-0 sigurin á Albania í gjár  (Mynd: fsf.fo)

Føroyski hópurin eftir 5-0 sigurin á Albania í gjár (Mynd: fsf.fo)

2023-10-03 14:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta var heilt fantastiskt, og eg kann sjálvandi ikki vera annað enn glaður og errin um tað, ið hesar genturnar júst hava avrikað.

Hetta sigur Sigtór Petersen, høvuðsvenjari hjá U15-landsliðnum, við heimasíðuna hjá FSF.

Tríggir sigrar av trimum møguligum var úrtøkan hjá føroyska U15-landsliðnum við gentum, ið seinastu dagarnar hevur tikið lut í UEFA menningarkapping í Albania. Føroyar vunnu tveir dystir 5-0.

Lagt varð fyri við 5-0 sigri á Malta, og síðan varð Luksemborg sent av vøllinum við einum 3-1 tapi. Í triðja dystinum, sum var móti albansku vertunum, var heldur eingin ivi, og aftur hesaferð gjørdist úrslitið 5-0 til Føroyar.

Stóru spælararnir í kappingini vóru Kára Sigurðsson úr KÍ, ið gjørdi 8 mál, og Sigrið Hansdóttir ír B36. Hon skoraði 4 mál. Triðji málskjúttin hjá Føroyum var Beinta Klementsen, ið slerdi 5-0 sigurin á Albania rimmar fastan.

– Genturnar vóru heilt ótrúliga raskar, og tær hildu allar avtalur. Ímóti Malta vóru vit undir trýsti eina løtu, men okkara gentur vóru tolnar – samstundis sum tær eru evnaríkar og djarvar – og sigurin var tískil ongantíð í vanda. Hesin árgangurin hevur nógv gott at bjóða, og tað verður spennandi at fylgja teimum framyvir, sigur Sigtór Petersen at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder