Fótbóltur

U16 gentur: Sterk mótstøða í Írlandi

Føroyska U16-landsliðið við gentum tapti báðar venjingardystirnar ímóti Irlandi týsdagin og hósdagin. Sjálvt um tað kennist tungt beint nú, so læra genturnar nógv av hesum, sigur venjarin.

(Mynd: Simona Heinesen/FSF)

(Mynd: Simona Heinesen/FSF)

2023-08-25 10:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: – Vit møta einum góðum írskum liði. Fyrri dysturin er á góðari leið; vit arbeiða ógvuliga hart og væl sum lið, men tað er ov lætt at skora ímóti okkum.

– Til seinna dystin ætla vit at gera tað truplari fyri tær. Men talan gjørdist heldur um eitt veruligt skrædl – serliga í fyrra hálvleiki. Einki riggaði, og tær fingu alt ov lætt spæl, og tað bleiv í staðin rættuliga trupult fyri okkum.

Tað sigur Eyðvør Jacobsen, venjari hjá U16-landsliðnum við gentum, sum farnu dagarnar hevur verið í Írlandi og spælt tveir venjingardystir. Tann fyrri endaði 5-0 til Írland, meðan úrslitið í seinna dystinum gjørdist 8-1 til heimaliðið, sum var á odda 6-0 í hálvleikinum.

Málskjútti hjá Føroyum var Elisabet Norðoy Vilhelmsen.

– Tað var eitt hamskift lið, sum kom á vøllin í seinna hálvleiki. Tað gekk betri at fáa fatur á bóltinum, vit skapa fleiri góðar støður, og fingu eisini eitt mál. Samanumtikið ein katastrofalur fyrri hálvleikur, og ein góðkendur seinni hálvleikur.

– So sjálvt um tað er tungt og keðiligt beint nú, so læra genturnar vónandi nógv av hesum dystunum og sovorðnari mótstøðu. Og lærdómurin skal helst vera lættur at bera, sigur Eyðvør Jacobsen við heimasíðuna hjá FSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder