Fótbóltur

U16: Hørð mótstøða í nógvum hita

Føroysku dreingirnir taptu 2-1 fyri Skotlandi og 4-1 fyri Póllandi í Pinatar Cup í Spania. Venjarin, Fróði Benjaminsen, er sum heild nøgdur við avrikið.

Rani Johannesen skoraði málið móti Póllandi, tá hann stutt eftir hvíldina minkaði um munin til 2-1 (Mynd: Ingi Arge)

Rani Johannesen skoraði málið móti Póllandi, tá hann stutt eftir hvíldina minkaði um munin til 2-1 (Mynd: Ingi Arge)

2023-09-27 15:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Síðstu dagarnar hevur U16-landsliðið við dreingjum tikið lut í Pinatar Cup 2023, sum hevur verið í Alicante í Spania. Talan var um eina fýralandakapping, ið varð skipað sum tvær hálvfinalur, og síðani finalan og dysturin um 3. plássið. Luttakandi londini vóru Føroyar, Skotland, Pólland og Sveis.

Í fyrra dystinum møttu Føroyar Skotlandi, og tá avtornaði vunnu skotar 2-1. Tað stóð annars leingi á jøvnum 1-1, men tveir minuttir fyri leiklok avgjørdu skotar dystin til sín fyrimun. Føroyski málskjúttin var Rasmus Helgason.

– Ímóti Skotlandi lata vit ov nógv initiativ til teir. Vit tora ikki nóg væl, serliga í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin koma vit nógv betri við, og við eitt sindur av hepni vunnu vit dystin, sigur venjarin, Fróði Benjaminsen við heimasíðuna hjá FSF.

[object Object]
Mynd: Ingi Arge)

Í dystinum um 3. plássið møttu okkara dreingir Póllandi, sum í sínari hálvfinalu taptu fyri Sveis. Póllendingarnar høvdu munin, og vunnu 4-1, eftir 2-0 leiðslu í steðginum. Rani Johannesen skoraði málið fyri Føroyar, tá hann stutt eftir hvíldina minkaði um munin til 2-1.

– Dysturin móti Póllandi var ein harðari dystur, har vit møttu einum duel- og tekniskt sterkum liði. Vit vóru heldur ikki ordiliga vaknaðir frá byrjan, og tað kostaði eisini tvey mál fyrstu løtuna. Men sum fráleið arbeiddu vit okkum inn í dystin, og fingu eisini minka um munin.

– Samanumtikið hevur hetta verið ein góð kapping, sum eisini er góð fyrireiking til 2024, tá teir í hesum árgangurin skal luttaka í fleiri landsliðsuppgávum á U17, sigur Fróði Benjaminsen.

Sveis vann Pinatar Cup 2023 fyri U16-landslið við dreingjum. Í finaluni vunnu sveisar 4-1 á Skotlandi.

Fótbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder