Fótbóltur

U16: Írland bjóðar av í august

- Hetta verður ein stór uppgáva og góð fyrireiking, staðfestir Eyðvør Jakobsen fyri fsf.fo. Hon og Jákup Mortensen hava úttikið 18 spælarar til dystirnar.

U16-genturnar, sum í fjør vóru til UEFA menningarkapping í Bosnia (Mynd: fsf.fo)

U16-genturnar, sum í fjør vóru til UEFA menningarkapping í Bosnia (Mynd: fsf.fo)

2023-07-04 19:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta verður ein stór uppgáva, men vit gleða okkum. Samstundis eru hesir dystirnir eisini góð fyrireiking til komandi landsliðsavbjóðingar, ið standa fyri framman hjá hesum gentunum.

Soleiðis sigur Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U16-landsliðnum við gentum, við heimasíðuna hjá FSF í samband við, at Fótbóltssamband Føroya hevur fingið avtalu í lag við írska fótbóltssambandið um venjingardystir í august.

Írland verður vertur fyri tveimum venjingardystum millum U16-landsliðini við gentum hjá Írlandi og Føroyum. Fyrri venjingardysturin verður týsdagin 22. august, meðan tann seinni verður hósdagin 24. august.

Saman við Jákupi Mortensen, hjálparvenjara, hevur Eyðvør Jakobsen kunngjørt tær 18, ið eru boðsendar til dystirnar móti Írlandi. Sum partur av fyrireikingunum verður hópurin samlaður til tríggjar venjingar, ið vera á Tórsvølli 14. og 15. august, skrivar fsf.fo.

Hópurin
Hannah Warner, B71
Sára Kristiansen, BSF (Danmark)
Halla Morgan Ejdesgaard, FC Hoyvík
Leona Kjærbæk Djurhuus, FC Suðuroy
Marita E. á Heyggi, HB
Ronja Ragnarsdóttir Trier, HB
Silja Ragnarsdóttir Trier, HB
Tóra Vatnhamar Olsen, HB
Elisabet Norðoy Vilhelmsen, KÍ
Eyðna Gaard, KÍ
Karla Sjóstein, KÍ
Margreta Elisdóttir í Buð, KÍ
Ranja Joensen, KÍ
Rannvá við Streym, NSÍ
Valbjørg Davidsen, Skála
Reima Isaksen, Víkingur
Fríða Lamhauge, Víkingur
Hansina Nesá, Víkingur

[object Object]
Nógvar av teimum, sum nú eru við, spældu venjingardystir móti Íslandi við U15-landsliðunum í fjør (Mynd: Bjarni Enghamar)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder