Fótbóltur

U17: 18 leikarar úttiknir til venjingardystir á Gibraltar

Eyðun Klakstein og Fróði Benjaminsen hava úttikið leikarar úr tólv ymsum feløgum til dystirnar, ið verða leiktir 8. og 13. september, sum eru liður í fyrireikingini til EM-undankappingina í oktober.

Bartal Páll Klein úr B36, sum her skorar móti KÍ í steypafinaluni í fjør, er ein av teimum átjan úttiknu. Tað er klaksvíkingurin Sølvi Johannesen eisini (Mynd: Bjarni Enghamar)

Bartal Páll Klein úr B36, sum her skorar móti KÍ í steypafinaluni í fjør, er ein av teimum átjan úttiknu. Tað er klaksvíkingurin Sølvi Johannesen eisini (Mynd: Bjarni Enghamar)

2021-08-24 15:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum partur av fyrireikingini til EM-undankappingina hjá U17-landsliðnum við dreingjum, sum verður í Eysturríki í oktober, fer liðið í komandi mánað til Gibraltar at spæla tveir venjingardystir.

Hesum boðar FSF frá á heimasíðu sínari.

Eyðun Klakstein og Fróði Benjaminsen standa á odda fyri U17-dreingjunum, og nú er greitt, hvørjir teir 18 eru, ið venjararnir hava boðsent til dystirnar ímóti Gibraltar.

Hópurin
Nóa Eyðsteinsson, 07 Vestur
Bartal Páll Klein, B36
Carl Mikkelsen, B36
Emil Hansen, B36
Marius Á. Allansson, B36
Hanus Højgaard, B68
Svend Danielsen, B68
Suni Herman Petersen, B71
Hans Pauli á Bø, EB/Streymur
Thomas Bjørn Miezan, HB
Dávur Jógvansson Heinesen, KÍ
Sølvi Johannesen, KÍ
Jón Petur Thomsen, NSÍ
Teitur Knudsen, NSÍ
Ervin Rasmussen, Skála
Olivur Renéson Thomsen, TB/FCS
Bjørn Bakk Bjarkhamar, Víkingur
Ólavur Jákupsson Poulsen, Víkingur

Merkisvert er, at heili tólv feløg eru umboðaði - ein leikari spælir vanliga fyri felagslið hjá TB og FC Suðuroy. B36 er best umboðað við fýra leikarum.

Í EM-undankappingini, sum verður í døgunum 4. til 13. oktober, spæla Føroyar ímóti Eysturríki, Slovenia og Kosovo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder