Seinastu dagarnar hevur U17-liðið hjá Víkingi luttikið í "Intersport Youth Football Festival" í Kaposvár í Ungarn. Tað gekk ógvuliga væl hjá teimum ljósabláu, ið spældu seg í finaluna í kappingini, sum var seinnapartin í gjár ímóti einum liðið úr Ungarn.
Úr Ungarn frætta vit, at talan var um eina sera javna finalu. Tó var tað Víkingur, ið hevði teir størru málmøguleikrnir og avgjørdi eisini finaluna seinasta korterið. Tað var Ingolf Tvørfoss, sum skoraði fyrsta málið, tá uml. 15 min restaðu av dystinum, og liðformaðurin Aron Ellingsgaard økti til 2-0 beint áðrenn seinasta bríksl og lukkaði harvið finaluna. Víkingur tapti annars í undanumfarinum ímóti mótstøðuliðnum í finaluni, og leikararnir vóru tískil ógvuliga uppsettir uppá at vaska tapið av sær.
Tapið í bólkaspælinum var tað einasta hjá Víkingi í kappingini. Føroysku dreingirnir hava leikt 6 dystir seinastu 6 dagarnir, so tað hevur verið hart - serliga orsaka av hitanum og tí at onkur av grasvøllunum sum leikt varð á var óslættir og sera turrir. Sambært venjaratoyminum hava víkingarnir á hesum U17-liðnum tó eitt DNA við einum serliga góðum hugburði og arbeiðsvilja, og tað sást millum aftur í finaluni í gjár, har føroyingarnir vunnu flestu nærdystirnar. Víkingur hevði eisini góðan stuðul á áskoðaraplássinum frá U16-gentuhópinum hjá Mjølni, ið hevur verið til flogbóltskapping í Kaposvár um sama mundið.
Víkingur er í løtuni á odda í landskappingini, og næsta stóra uppgávan hjá hesum U-17 liðnum verður í steypafinaluni í september.
Teir sum mannað U -17 hjá Víkingi eru:
Málverjar: Martin Alvason og Hans Jákup Arnngrímsson
Verjuleikarir: Ábraham Klein Joensen, Páll Eirik Djurhuus, Signar á Brúnni, Jónatan Lervig, Eliesar Lemita, Hjalmar Gregersen og Hannis Rasmussen. Miðvallarar: Aron Ellingsgaard, Noah Mneney, Pætur Sørensen, Tóri Hansen, Olaf Bárðason, Bergur Poulsen, Pætur Árantson, Mikal Jacobsen.
Áleyparar: Ingolf Tvørfoss og Eiler Jacobsen.
Ein í hópinum, sum ikki longur fær spælt fótbólt sjálvur saman við hesum javnaldrunum, er Dávid Jacobsen, sum er liðleiðari hjá U-17 liðnum. Hann er við til hvørja einastu venjing, har hann møtir áðrenn allir leikarirnir og ger alt klárt og er somuleiðis við til allar dystir. Venjaratoymið lýsir hendan 16 ára gamla drongin sum gull verdan, og hann hevur avgjørt sín stóra leiklut í góðu gongdini hjá U-17 hjá Víkingi.
Venjaratoymið hjá liðnum: Alvi Justinussen, Erland Tvørfoss, Rúni Klein Joensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald