Hondbóltur

U17: EM-endaspælið byrjar mikudagin

Føroyar spæla fyrsta dystin móti Íslandi mikudagin, hósdagin spæla Føroyar móti Sveis, og leygardagin hittast Føroyar og Niðurlond, og allir dystirnir kunnu stroymast á ehftv.com.

(Mynd: HSF.fo)

(Mynd: HSF.fo)

2025-07-27 19:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin byrjar EM-endaspælið fyri U17-kvinnur, sum verður leikt í Podgorica í Montenegro í døgunum 30. juli til 10. august.

Føroyar spæla fyrsta dystin móti Íslandi mikudagin, hósdagin spæla Føroyar móti Sveis, og leygardagin hittast Føroyar og Niðurlond.

Allir dystirnir verða spældir klokkan 11, og teir kunnu stroymast á ehftv.com. Fyri at stroyma krevst at ein skrásetir seg sum brúkara, skrivar Hondbóltssambandið.

Hópurin, sum umboðar Føroyar í kappingini, er hesin:

Málverjar:
Bjørk Germaine Jákupsdóttir, Neistin
Femja Soll, Kyndil

Útileikarar:
Arina Høgnadóttir Wang, Neistin
Maria Poulsen Hellisdal, Kyndil
Lý Dávadóttir Magnussen, VÍF
Lilja Skaalum Vilhelm, H71
Solveig Guðmundsdóttir Ripley, H71
Lív Berg á Lag, H71
Vár Leo Mortansdóttir, Neistin
Halla Haldansen, VÍF
Herdis Højgaard Petersen, Kyndil
Meta av Fløtum, Neistin
Fríða Eysturtún Rubeksen, H71
Poula Djurhuus á Neystabø, Kyndil
Bjørk Mariusardóttir, StÍF
Emily Andresen, Kyndil

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder