Fótbóltur

U17 EM: Í dag spæla føroysku kvinnurnar í Klaksvík

Eysturríki er nakað veikari enn hini mótstøðuliðini hjá Føroyum men talan verður allíkavæl um stóra uppgávu klokkan 15. KVF stroymir - upphiting verður áðrenn.

Kára Sigurðsson (t.v.) er úr Klaksvík og spælir nú við FC Norðsjælland. Hon og Sára Benjaminsen (t.h) skulu fáa nakað at henda við bóltinum og í álopskenda spælinum (Mynd: Sverri Egholm)

Kára Sigurðsson (t.v.) er úr Klaksvík og spælir nú við FC Norðsjælland. Hon og Sára Benjaminsen (t.h) skulu fáa nakað at henda við bóltinum og í álopskenda spælinum (Mynd: Sverri Egholm)

2025-05-07 11:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku genturnar taptu sum væntað stórt móti krútsterka norska liðnum í fyrstu EM-royndini. Nøkur av málunum vóru nakað óneyðug at lata inn, men Føroyar avrikaðu væl betri eftir steðgin sunnudagin.

Sí eisini: Tung føroysk EM-byrjan

Tað endaði 10-0 á Tórsvølli. Tað skal helst vera minni munur enn hetta, tá Eysturríki er á skránni í dag. Føroyska liðið hevur nú "merkt" kappingina, og Eysturríki er mett nakað undir Noreg og Niðurlond, sum eru favorittarnar at fara víðari í kappingini - tað endaði 4-1 til Niðurlond í dystinum móti Eysturríki í 1. umfari.

Tað verður tó heilt vist eisini ógvuliga hart hjá Føroyum í Klaksvík seinnapartin, og tað snýr seg um at fáa avrikið at sita.

FSF skrivar, at man kann vænta, at hýrurin verður góður, tí nærum øll atgongumerkini eru seld.

Fyrsta bríksl verður klokkan 15, og Kringvarpið stroymir á heimasiðu sínari. Upphiting verður frá klokkan 12.30 á Akursmørk

U17 EM-endaspæl í Føroyum
Í dag, Mikudagin 7. mai

Kl. 15 Føroyar – Eysturríki (á Djúpumýru)
Kl. 18 Niðurlond – Noreg (Tórsvøllur) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder