Hondbóltur

U17 EM-undankapping í Føroyum í november

Talan verður um eitt rimmar hondbóltsvikuskifti Við Tjarnir, har Føroyar kappast móti Íslandi, Ísrael og Turkalandi.

(Mynd: HSÍ/Sævar)

(Mynd: HSÍ/Sævar)

2026-06-20 12:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

27. – 29. november verður stór U17 EM-undankapping fyri kvinnur leikt í Føroyum, har Føroyar fara at kappast við Ísland, Ísrael og Turkaland um tvey EM-pláss.

Talan verður um eitt rimmar hondbóltsvikuskifti Við Tjarnir. Umframt U17 EM-undankappingina, koma U19-kvinnurnar at spæla tveir vinardystir móti Stórabretlandi, og kvinnulandsliðið kemur sannlíkt eisini at spæla seinastu fyrireikingardystirnar undan EM-endaspælinum, skrivar Hondbóltssamband Føroya.

U17 EM-endaspælið verður leikt daganar 4. – 15. august 2027 í Montenegro.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder