Fótbóltur

U17: Enn eitt tap 2-0 í Minsk

Føroysku genturnar vóru væl við móti Kasakhstan og rakti stongina, tá støðan var 1-0.

Føroyska liðið ið byrjaði dystin í dag 
(Mynd: FSF)

Føroyska liðið ið byrjaði dystin í dag (Mynd: FSF)

2019-05-09 12:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týsdagin taptu Føroyar 2-0 móti Aserbadjan í fyrsta dystinum í UEFA menningarkapping fyri U17 (U16) gentulið, sum í hesum døgum er í Hvítarusslandi.

Í dystinum týsdagin spældi føroyska liðið í stórari fótbóltshøll; í dag varð leikt á vøllinum beint við síðuna av. Mótstøðuliðið var grannalandið hjá Aserbadjan, Kasakhstan. Aftur endaði tað við 2-0 tapið. 

Kasakhstan kom á odda í 1. hálvleiki, men Føroyar vóru væl við allatíðina. Tíggju minuttir fyri leiklok rakti innskifta Malena Olsen stongina, og liðið hjá Øssuri Hansen hevði eisini aðrar fínar støður. Tveir minuttir fyri at vanliga leiktíðin var av, skoraði Kasakhstan uppá beinleiðis fríspark.

Leygardagin klokkan 11.00 føroyska tíð spæla Føroyar seinasta dystin í kappingini. Hann er ímóti vertunum, Hvítarusslandi.   

Føroyska liðið frá byrjan: 

Eyðbjørg Reynslág - Birita P. Rasmussen, Jórunn G. Justinussen, Jenny Reinert Petersen, Sunniva Willemoes, Rakul Berg í Soylu, Fridrikka Maria Clementsen, Jasmin Darvishi Mittún, Judith E. Rasmussen, Sára á Líðarenda, Kristina Nattestad 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder