Annað

Hesir manna EM-landsliðið í dart

Nú nærkast at stóra WDF Europe Cup 2026 verður hildin við Tjarnir.

2026-08-12 18:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

29. september byrjar stóra WEF Europe Cup 2026 kappingin í dart, sum Dartsamband Føroya skipar fyri. Talan er um helst tignarligastu ítróttakappingina, sum higartil hevur verið hildin í Føroyum

Dartsambandið hevur júst kunngjørt hvørjir teir fýra verða, sum skulu umboða Føroya á manssíðuni.

Teir eru:

Jan McIntoch, Havnar Dartfelag
Uni Árting, Havnar Dartfelag
Jan Erik Fjallstein, Vága Dartfelag
Petur Thomsen, Havnar Dartfelag

Tilsamans 75 landslið við tilsamans 300 spælarum úr øllum Evropa vera við í stóru kappingini við Tjarnir. 39 manslið og 36 kvinnulið hava boðað frá luttøku.

Afturat hesum koma yvir 130 venjarar og leiðarar við teimum ymsu hópunum. Orricials frá World Darts Federation og áleið 50 føroysk hjálparfólk skulu syrgja fyri, at tiltakið gongur sum tað skal.

Umframt sjálva kappingina verður eisini ársaðalfundur hjá World Darts Federation hildin við Tjarnir árenn kappingarnar byrja.

WDF Europe Cup 2026 verður frá 29. september til 3. oktober. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder