Umframt svimjarar, venjara og ferðaleiðara, eru Katja Lervig Vestergaard og Rakul Nolsøe í Lágabø við til EM, sum í París í hesum døgum.
Les eisini: Nýtt føroyskt met í París
Svimjisambandið skrivar, at Katja og Rakul hava útbúgving sum altjóða yvirdómarar í svimjing, og hava tí sín virkna leiklut í at fáa EM at glíða so væl sum tilber.
- Til kappingar heima eru útbúnir yvirdómarar alneyðugir, og Katja og Rakul hava staðið ótroyttiligar til mangar kappingar, sum strekkja seg yvir fleiri dagar á rað. Tað hevur alstóran týdning, at vit sum svimjitjóð eiga fólk, sum hava nýggjastu vitanina um svimjing, broytandi reglur og skipanir – og kunnu bjóða okkum fram í heimshøpi eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald