Annað

Nýtt føroyskt met í París

Føroysku svimjararnir hava í dag svomið 4x200 frí við samlaðu tíðini 7.38.51, sum er nýtt føroyskt met.

(Mynd: Svimjisamband Føroya/Facebook)

(Mynd: Svimjisamband Føroya/Facebook)

2026-08-10 15:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag byrjaði EM-kappingin í París hjá teimum fýra føroysku svimjarunum, og í dag varð nýtt met sett.

Teir fýra - Heini Mohr Askam og Líggjas Joensen úr Ægir, og Ísak Brisenfeldt og Silas Dam Lindberg úr Havnar Svimjifelag - hava í dag svomið 4x200 frí við samlaðu tíðini 7.38.51, sum er nýtt føroyskt met.

Gamla metið var 7.56.18, so talan er um stóra betring, skrivar Svimjisamband Føroya.

Tað er sjaldan, at landsliðið svimur hesa grein, tí at tað er óvanligt, at fýra menn verða úttiknir til EM og HM.

Tíðirnar vóru:

  • Isak:​1,52,69
  • Heini:​1.55.79
  • Silas:​1.58.55
  • Líggjas​1.51.48
  • Samanlagt:​7.38.51
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder