Føroysku U17-genturnar settu í dag gongd á NM-kappingina, sum er á skránni í Jútlandi. Danmark, ið hevur tvey lið við kappingina, tók ímóti.
Talan var um yngra liðið hjá Danmark, ið hevur býtt tað upp í leikarar frá 05 og 06-árganginum, so mótstøðuliðið í dag var í roynd og veru eitt U16-landslið. Á føroyska liðnum eru leikarar, sum eru føddar í 2005 ella 2006.
Donsk gentu- og kvinnulandslið eru vanliga heilt sterkt, so hóast tær hjá Danmark í miðal vóru nakrar mánaðir yngri, so var talan um eina trupla uppgávu hjá okkara gentum, ið hildu málið reint í fyrra hálvleiki.
Føroyski málskjúttin í dag, Lisa Haraldsen, fær her boð frá venjaranum Paula Poulsen til eina venjing í vetur (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)
Vertirnir komu á odda stutt eftir steðgin, men bert fimm minuttir seinni javnaði Lisa Haraldsen úr 07 Vestur.
Støðan helt fram til beint undir tíggju minuttir vóru eftir. Tá avgjørdi Signe Tingager dystin. Sambært hagtølunum hjá dystir.fo var hetta uppiborið, tí tað var 8-3 í málroyndum og 5-1 í hornaspørkum.
Næsta uppgávan hjá liðnum hjá Paula Poulsen verður helst uppaftur størri. Niðurlond eru á skránni fríggjadagin í Haderslev.
NM (Open Nordic) fyri U17-gentur
1. umfar - 06.07, Ribe
Danmark - Føroyar 2-1 (0-0)
50' Emma Nielsen 1-0
55' Lisa Haraldsen 1-1
82' Signe Tingager 2-1
Føroyar: Gunnvá Lützen - Sólja Ernstdóttir, Jórun Najma Patawary, Astrid Mittfoss, Lisa Haraldsen, Anna Katrina Mikkelsen (L), Rakul Sørensen, Jonnhild á Sondum, Fríða Jakobsen, Brynhild Janusardóttir, Jancy Mohr
Hesar komu inn í 2. hálvleiki: Teresa Jacobsen, Vár Johannesen, Estrid K. Mørkøre, Lea Tórarenni, Súsanna Laksáfoss Godtfred
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald