Annað

U17-flogbóltur: Tveir bronsudystir í dag

Bæði genturnar og dreingirnir skulu spæla um bronsu í NEVZA-kappingini í Danmark .

2018-10-18 09:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroysku U 17 landsliðini hjá gentum og dreingjum skulu fyrrapartin kappast um bronsuna í altjóða norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA – sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark. 

Gentulandsliðið skal klokkan 10 spæla ímóti Noreg, sum í gjár tapti sína hálvfinalu ímóti Finnlandi.

Klokkan 12 skal U 17 landsliðið hjá dreingjum spæla ímóti Svøríki, sum í gjár tapti ímóti Finnlandi.

Í bólkaspælinum vunnu føroysku dreingirnir 3-0 á Svøríki, meðan genturnar ikki hava møtt Noreg fyrr í kappingini.

Dystirnir kkunnu síggjast beinleiðis á VolleyTV 

Í finaluni hjá gentunum eru annars Finnland og Danmark (klokkan 12.30), meðan dreingjafinalan verður ímillum Finnland og Noreg (klokkan 14.30)

Føroysku liðini verða aftur í Føroyum fríggjakvøldið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder