Fótbóltur

U17: Føroyar vunnu fult uppiborið á Georgia

Brá Zakariasdóttir skoraði bæði føroysku málini. Tey komu í 2. hálvleiki á Tórsvølli og vóru flott. Seinasta uppgávan í undankappingini verður leygardagin móti Rumenia.

Eftir tepra tapið fyri Lettlandi í fyrsta dystinum, reisti føroyska liðið seg væl. Okkara høvdu tamarhald á dystinum móti Georgia og vunnu 2-0 (Mynd: FSF)

Eftir tepra tapið fyri Lettlandi í fyrsta dystinum, reisti føroyska liðið seg væl. Okkara høvdu tamarhald á dystinum móti Georgia og vunnu 2-0 (Mynd: FSF)

2024-03-20 15:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku U17-genturnar spældu í dag annan dystin í EM-undankappingarbólkinum, har Føroyar hava heimavølli.

Eftir tepra tapið fyri Lettlandi í fyrsta dystinum, reisti føroyska liðið seg væl. Okkara høvdu tamarhald á dystinum móti Georgia. Spælið við bóltinum var til tíðir heilt gott, og verjuparturin var stinnur. Bert einaferð noyddist Ingrid Berg Mikkelsen veruliga at spíla seg út í málinum, men tá var hon eisini heilt til reiðar.

[object Object]
Føroyska byrjanaruppstillingin í dag

[object Object]Venjaratoymi og bonkurin (Myndir: Bjarni Enghamar/FSF)

[object Object]
Myndir: Bjarni Enghamar/FSF)

Fleiri góðir møguleikar vóru til at leggja seg á odda fyri steðgin, men tann seinasti nevleikin manglaði, og georgar komu fyri í nøkrum førum.

Miðskeiðis í 2. hálvleki bragdaði. Tað hevði leikað javnt á, men nú vunnu Føroyar bóltin á egnari hálvu. Liðskiparin Eydna Dalheim varð send avstað, hon var frí, men málverjin bjargaði væl. Eydna fekk tó fatur á bóltinum aftur í høgru, sneiddi eina væl av og sendi bóltin hart innfyri, har Brá Zakariasardóttir setti fótin á.

[object Object]
Bólturin situr í georgiska málinum (Mynd: Bjarni Enghamar/fsf.fo)

[object Object]
(Mynd: Bjarni Enghamar/fsf.fo)

[object Object]Brá sló aftur til síðst í dystinum við góðari dribbling og skotið av brotsteigarmarkinum (Mynd: Bjarni Enghamar/fsf.fo)

Brá var miðáleypari allan dystin og ein støðug hóttan fyri Georgia. Tað var eisini hon, sum økti um leiðsluna í 87. minutti. Gott tolið føroyskt spæl, pláss til Helgu Mikkelsen á mótsstøðuhálvuni, og hon fann Brá. Stødd beint uttanfyri brotsteigin, mitt fyri, trekti hoyvíkskvinnan framvið verjuspælara, yvirum til vinsta beinið og høgdi til. 2-0 og so var føroyski fagnaðurin ikki minni.

Til ber at síggja allan dystin her - málini frá umleið 1.35.00 og 1.55.00

Tvey flott mál í góðum avriki hjá Føroyum. Nú skal liðið hvíla seg og síðani hugsavna seg um uppgávuna móti Rumenia leygardagin. Hetta verður merkt at vera sterkasta liðið í bólkinum, men Føroyar kunnu vinna bólkin og spæla seg longur upp í undankappingarskipanini við sigri.

EM-undankapping fyri U17-gentur - bólkur B3
2. umfar - í dag, mikudagin 20. mars
Føroyar - Georiga 2-0 (0-0)
67' Brá Zakarisardóttir (Eydna Dalheim) 1-0
87' Brá Zakarisardóttir (Helga Mikkelsen) 2-0

Føroyar: Ingrið Berg Rasmussen - Sólja Vinjardsdóttir Johansen, Marta Østerø, Leona Kjærbæk Djurhuus, Helga Mikkelsen - Sofía Ejdesgaard Hansen, Jakobina Bergsdóttir - Eydna Olsen Dalheim, Silja Ragnarsdóttir Trier, Halla Morgan Ejdesgaard - Brá Zakariasardóttir

Hesar komu inn í 2. hálvleiki: Birita MohrLý Gray Djurhuus, Bára Tórálvsdóttir Poulsen, Maria Ejdesgaard Hansen

Høvuðsvenjari: Eyðvør Jakobsen

Meira sæst her

[object Object]
Stórur fagnaður eftir heimasigurin (Mynd: Bjarni Enghamar/fsf.fo)

17.00: Rumenia - Lettland

Støðan: 
Føroyar 3 stig *

Rumenia 3 stig
Lettland 3 stig 
Georgia 0 stig *


* Ein dyst færri

Leygardagin 23. mars
17:00 Føroyar – Rumenia

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder