Hondbóltur

U17: Gekk akkurat ikki hjá Føroyum

Føroyska liðið kom illa frá byrjan og rann harvið allatíðina aftaná Ukraina; tað var tó so nær við sum gjørligt, at tað eydnaðist at koma í hálvfinaluna.

2019-08-08 10:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var lagt upp til eina finalu um 2. plássið í bólki A og harvið einum hálvfinaluplássi, tá Føroyar og Ukraina hittust í morgun. Her vóru tað tíverri tær í gulum, ið vóru omaná.

Føroyska liðið var annars úthvílt eftir tveir frídagar; Ukraina tapti í gjár við 13 málum fyri Serbia. Hetta sást eisini ímóti endanum, har tær á føroyska liðnum tyktust at hava nakað meira yvirskot og orku.

Álopsspælið hjá Ukraina var effektivt í 1. hálvleiki. Hóast føroyska verjan royndi, so skoraði Ukraina mest sum eftir vild fyrsta stóra korterið. Hinvegin gekk striltið; nakrir tekniskir villir, dømingar fyri trok og brendir møguleikar gjørdu, at bert fýra mál vórð skotin fyrru hálvu av 1. hálvleiki. Ígjøgnum dystin høvdu Føroyar milum annað sera trupult við at skora av vongplássunum. Ukrainski málverjin, ið var valdur til besta leikara hjá teimum, tók fleiri umráðandi bóltar; m.a. frá vonginum, har hon eisini gjørdi vinkulin truplan í fleiri førum. 

So líðandi kom føroyska liðið inn í dystin. Jana Mittún tók ábyrgd, og hon leikti ein frálíkan dyst, varð eftir dystin vald til dagsins føroyska leikara. Maria Pálsdóttir Nólsoy kom inn í baktekuna tíðliga og gjørdi stóran mun. Hon skoraði níggju mál; eitt færri enn Jana, ið varð toppskjútti við Saman við Janu tíggju málum.

Føroyar høvdu samband við Ukraina, tá hálvleikur var. Føroyska liðið skuldi tó vinna 2. hálvleik við minst trimum málum, tí dysturin skuldi vinnast. Føroyar komu eisini gott út eftir steðgin; við ferð og áræði. Men eftir smáar tíggju minuttir tók Ukraina yvir aftur, og dysturin tyktist avgjørdur. Føroyska liðið vildi ikki leggja seg so, og nú fór verjuparturin av álvara at eydnast. Okkara vardu væl, og Rakul Wardum hevði fleiri góðar bjargingar - í 1- hávleiki høvdu føroysku málverjarnir truplar umstøður og fingu so at siga ikki fatur á einum bólti. Í álopspartunum hildu Jana og Maria á at skora, og aðrar tóku ábyrgd av øðrum plássum og skoraðu týdingarmikil mál.

Tað leikaði nú sera javnt á, og liðini tyktust nakað fjáltraði av støðuni. Tó meira Ukraina, ið bert fekk fýra mál í eitt stórt korter. Føroyar komu á odda á fyrsta sinni, tá beint undir tríggir minuttir vóru eftir, og tá so Ukraina brendi í eftirfylgjandi álopi, var møguleikin at koma uppá +2, men hetta eydnaðist ikki. Ístaðin fekk Ukraina javnað, tá ein minuttir var eftir, og hetta var nóg mikið, tí Ukraina hevði eitt stig meira undan dystinum. Í seinasta álopinum eydnaðist tað tíverri ikki at koma í skotstøðu, Ukraina fekk javnleik og spældi seg harvið víðari.

Eitt stórt vónbrot fyri føroyska liðið, ið hevði strítt seg so væl inn í dystin aftur, og hevði møguleikan at tryggja sær plássi í hálvfinaluni. Nú skulu U17-genturnar, eins og U19 gjørdu, spæla um 5. plássið í vikuskiftinum. 


EHF Championship
Tblisi, 08.08
Føroyar - Ukraina 26-26 (13-15)

Dystargongdin: 

5 min: 1-3
10 min: 3-7
15 min: 4-9
20 min: 7–11
25 min: 11-14
35 min: 15-17
40 min: 16-20
45 min: 20-23
50 min: 23-23
55 min: 24-24

Føroyar (liðið sum byrjaði): Rakul Wardum - Brynhild Pálsdóttir, Lív Bentsdóttir Zachariassen, Vár Bentsdóttir Zachariassen, Jana Mittún/Petra Andrea Larsen, Elsa Egholm, Lea Mortensen Mørk
Maria P. Nólsoy og Elsa Holm Jacobsen komu skjótt inn á ávíkavist høgra bakk og høgra vong. Rannvá Olsen spældi nógv í 2. hálvleiki.

Føroysku málskjúttarnir: 
Jana Mittún 10
Maria Pálsdóttir Nólsoy 9 (3)
Lív Zachariasen 2
Brynhild Pálsdóttir 1
Rannvá Olsen 1
Elsa Egholm 1
Lea Mortensen Mørk 1
Elsa Holm Jacobsen 1

Bjargingar: 
Rakul Wardum 8 (1)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder