Fótbóltur

U17-genturnar hava verið raskar

U17 landsliðið við gentum tryggjaði sær stig við málleysum javnleiki í seinna EM undankappingardystinum.

2022-11-16 16:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Tveir javnir dystir og eitt stig; tað gjørdist úrtøkan hjá U17 landsliðnum við gentum, sum seinastu dagarnar hevur luttikið í EM undankapping í Bulgaria.

Stigið fingu genturnar fyri málleysa javnleikin móti vertstjóðini Bulgaria í gjár, og hóast talan ikki var um ein dyst við nógvum málmøguleikum, so var hetta ein góður javnleikur fyri føroysku genturnar, sum stríddust væl allan dystin.

– Tað var ein javnur dystur, har Bulgaria spældi við nógvum longum bóltum, og tí gjørdist tað ikki ein serliga væl spældur dystur. Men okkara gentur arbeiddu væl og royndu at skapa málmøguleikar fyri at vinna dystin, og hóast tað ikki eydnaðist, so var hetta ein flottur javnleikur, sigur Pauli Poulsen, landsliðsvenjari við heimasíðuna hjá FSF.

Í fyrra dystinum spældu Føroyar móti Kroatia í einum spennandi dysti, har okkara gentur hildu nullið heilt til 12 minuttir fyri leiklok, tá Lana Lovric tryggjaði kroatum sigurin. Landsliðið er nú á veg heim aftur til Føroya við einum stigi og mennandi upplivingum í skjáttuni.

– Genturnar hava arbeitt sera væl til báðar dystirnar, og tað hevur verið stuttligt at sæð í hesum dystunum, at vit veruliga kunnu spæla fyri at vinna, sigur Pauli Poulsen at enda.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder