Fótbóltur

U17: Kærkomið við tveimum venjingardystum

Úrtøkan í Gibraltar gjørdist ein javnleikur og eitt tap. Eyðun Klakstein fegnast um møguleikan at spæla aftur, og at allir í hópinum fingu høvi at royna seg.

Venjingardystirnir vóru partur av fyrireikingunum til EM-undankappingina í Eysturríki, sum verður i oktober

Venjingardystirnir vóru partur av fyrireikingunum til EM-undankappingina í Eysturríki, sum verður i oktober

2021-09-14 20:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

– Spælararnir hava ikki spælt altjóða dystir í næstan tvey ár, og tí var tað sera kærkomið at fáa hesar venjingardystirnar. Tað var eyðsýnt, at liðið hevði brúk fyri hesum dystunum, og tað kendist gott at koma í gongd aftur við at spæla landsdystir.

Soleiðis sigur Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, sum í farnu viku var í Gibraltar, har liðið spældi tveir venjingardystir.

Úrtøkan gjørdist ein javnleikur og eitt tap. Í fyrra dystinum vunnu heimadreingirnir 2-1. Føroyska málið skoraði Suni Herman Petersen. Í seinna dystinum gekk betri, og úrslitið bleiv javnleikur 2-2. Málskjúttar hjá Føroyum vóru Hanus Højgaard og Marius Allansson.

– Vit spældu tveir javnar og góðar venjingardystir, har allir í hópinum fingu høvi at royna seg. Næstu vikurnar halda vit fram við fyrireikingini til eina spennandi og krevjandi kapping í Eysturríki, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.

Venjingardystirnir móti Gibraltar vóru partur av fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum verður í Eysturríki í døgunum 4. til 13. oktober. Umframt vertslandið og Føroyar, eru Slovenia og Kosovo eisini í bólkinum.

Fótbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder